Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Í dag, mikudagin 7. apríl er Slóðaraskipanin hjá Svimjisamband Føroya aftur á vitjan í Sørvági. Hesuferð luttekur Pál Joensen eisini. Pál og venjarin Jón Bjarnason eru á veg til Suðurafrikanska meistarastevnuna, ið byrjar mánadagin. Men áðrenn farið verður á flog, fáa vágafólk møguleika at svimja og venja saman við Páli.
Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin, og við hesum tiltaki vónar Svimjisambandið at koma í samband við svimjiáhugaði í Vágunum og økja um svimjiáhugan.
Skráin er hendan:
kl. 15.00–16.00 Venjing og frálæra
kl. 16.00–17.00 Svimjikapping, Pál Joensen luttekur, allir luttakarar fáa prógv
kl. 17.15–18:00 Fundur um svimjing. Frásøgn, upplýsingar og annað svimjiprát.
Sørvágs Kommuna hevur víst hesum svimjidegi stóran vælvilja og latið hylin til hetta tiltak.
Svimjisambandið vónar at vágafólk møtir fjølment.
—
Vegna SSF
Jon Hestoy