Ultra-langteinarin Marcos Días ætlar sær at svimja millum 5 heimspartar í summar, til at minna á “Millennium Development Goals” hjá Sameindu Tjóðum, at millum annað enda ringasta fátækradømi í seinasta lagi ár 2015. Tiltakið er stuðlað av ST, og vit kunnu øll hjálpa til annaðhvørt fíggjarliga, við at keypa stuðuls-T-skjúrtur á www.iswimwithmarcos.com, ella við at spjaða boðskapin um “Swim Across The Continents”, á internetinum og við at skipa fyri svimjitiltøkum í summar.
Días fer ikki at svimja runt heimin sum so, men heldur við eini røð av langteinasvimjingum á havinum, har hann svimur um mørk millum heimspartar:
- Í mai 2010 millum Oceania og Asia, frá Papua New Guinea til Indonesia
- Í juni 2010 millum Asia og Afrika, frá Jemen til Djibouti
- Í juli 2010 millum Afrika og Evropa, frá Marokko til Spania
- Í august 2010 millum Evropa til Amerika, frá Russlandi til Alaska
Hartil er ætlan um eina fimta, stytri og meira symbolska havsvimjing, frá frælsisgudinnuni til høvuðsskrivstovuna hjá Sameindu Tjóða í New York, í september mánaða 2010.
Endamálið er sum tey siga í videoini, at »”Swim Across The Continents” will inspire us to view all continents as one, to stand up and act, to make a difference and demand real changes to humanity.«
Días sigur í telduposti til millum annað Svimjisamband Føroya, og á heimasíðuni www.iswimwithmarcos.com, at lítið og einki er hent síðani ár 2000, tá ið 192 tjóðir skrivaðu undir “the Millenium Development Goals“, at tey í seinasta lagi ár 2015 við rættiliga spesifikkum málum vildu:
- Eradicate extreme poverty and hunger.
- Achieve universal primary education.
- Promote gender equality and empower women.
- Reduce child mortality.
- Improve maternal health.
- Combat HIV/AIDS, malaria and other diseases.
- Ensure environmental sustainability.
- Develop a global partnership for development.
Tað er heldur gingið hin vegin, og Días heldur tí at tað er upp á tíðina at minna politikarar runt heimin um hvat teir hava lovað, og á at allur heimurin fylgir við í gongdini at røkka málinum, nú bara 5 av teimum 15 árunum eru eftir.
Verkætlanin gongur tí minst líka nógv út uppá at spjaða boðskapin, á internetinum og við blusum, plakatum og tiltøkum. Á heimasíðuni www.iswimwithmarcos.com eru plakatir og annað at taka niður, umframt ‘badges’ og annað til heimasíður, og tilvísingar til tilhoyrandi síður á sosialum tænastum sum her á Facebook og her á Twitter.
Días skrivar í teldupostinum millum annað, at tey kundu hugsað sær at svimjisambond og feløg lótu hallirnar upp fyri limum og almenningi, samstundis sum hann svam, og løgdu videoir og myndir út á internetinum frá sínum tiltøkum, til at stuðla verkætlanini:
We are contacting all swimming federations and clubs worldwide to ask them to open their pools to their members and the general public, so that everywhere in the world people swim simultaneously with me as I join the continents.
This will be great to document with pictures and videos to share and upload to websites, social networks and Youtube. There’s no need to be a professional. The important thing is that many people from all over the world swim at the same time as me to show their support.
Vit í Føroyum kunnu kanska nýta høvdið til at knýta tvey onnur og meira lokal lyfti uppí frá politikarum, ið eisini hava evstamark umleið ár 2015. Nevniliga at gjøgnumføra alt hatta har Visjón 2015, so at millum annað umstøðurnar verða klárar til at hava Oyggjaleikir í Føroyum ár 2017.
Nú hann allíkavæl svimur á havinum, so kundu føroysku tiltøkini til dømis verið tvørtur um Skálafjørðin, Havnarvág, Trongisvágsfjørð og líknandi. Fingið onkrar masterssvimjarar útí, runt um í Føroyum, og so kann eg filma 🙂