Pál Joensen vann fyri løtu síðani gull í 800 metra frí finaluni á suðurafrikansku meistarastevnuni á langgeil, sum er í Durban í hesum døgum. Jón Bjarnason sigur í SMS úr Suðurafrika: “7.58.9 og gott 10 sek frammanfyri Chad. Restin var vekk. Hann fekk heiðursmerki og er nú til dopingkontrol”. Tíðin er eitt sindur frá føroyska metinum hjá Páli, á 7:54.40 frá DM í Esbjerg í fjør, men tó so ein sterk tíð um samanborðið verður við hvussu restin av heimselituni hjá serliga monnum svimur, nú superdraktirnar eru burtur. Offisiella tíðin var 7:58.95.