Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Pál Joensen vann í kvøld gullheiðursmerki í 800 metra frísvimjing, á suðurafrikansku meistarastevnuni í Durban. Tíðin var 7:58.95, nøkur sekund frá hansara føroyska meti á 7:54.40, men meira enn 10 sekund frá tíðini 8:09.04 hjá nærmasta kappingarneytanum Chad Ho úr Suðurafrika.
Jón Bjarnason skrivaði í SMS úr Durban, beint eftir at gullið var vunnið: “7.58.9 og gott 10 sek frammanfyri Chad. Restin var vekk. Hann fekk heiðursmerki og er nú til dopingkontrol”
Offisielli úrslitalistin sæst her: http://ssa.sportza.co.za/durban/?q=wfr/32/2537
Splitt-tíðir hjá teimum trimum fremstu:
Pál Joensen (1990) – Føroyar:
56.13 – 1:55.87 (59.75) – 2:56.07 (1:00.20) – 3:57.30 (1:01.23) – 4:58.60 (1:01.30) – 5:59.81 (1:01.21) – 7:00.62 (1:00.81) – 7:58.95 (58.33)
Chad Ho (1990) – Suðurafrika:
57.73 – 1:58.55 (1:00.82) – 2:58.83 (1:00.28) – 4:00.34 (1:01.51) – 5:01.72 (1:01.38) – 6:03.83 (1:02.11) – 7:06.96 (1:03.13) – 8:09.04 (1:02.08)
John C. Ellis (199) – Suðurafrika:
59.61 – 2:01.64 (1:02.03) – 3:03.96 (1:02.32) – 4:05.99 (1:02.03) – 5:08.08 (1:02.09) – 6:10.40 (1:02.32) – 7:13.46 (1:03.06) – 8:14.99 (1:01.53)
Vit síggja at Pál dró frá beinanvegin, og vann nærum 3 sekund teir fyrstu 200 metrarnar. Teir næstu 300 metrarnar høvdu hann og Chad Ho nærum somu ferð, áðrenn Pál aftur setti ferð á, samstundis sum Ho dragnaði enn meira. Móti endanum vísir Pál veruliga styrki, við at svimja teir síðstu 100 metrarnar uppá 58.33, har hann annars leingi hevði svomið umleið 1 minutt fyri hvørjar 100 metrar.
Longu í morgin árini skal Pál aftur í harðan dyst, tá ið teir fara at svimja innleiðandi riðlar í 1500 frí, til at sleppa í finaluna leygardagin. Pál hevur har aftur bestu tilmeldingartíð av øllum, men skal kappast ímóti millum aðrar suðurafrikanan Heerden Herman, sum hevur tilmeldingartíð bara 1 sekund veikari enn Pál, og sum valdi at spara seg frá teimum 800 í dag og í gjár. Ein annar meira úthvíldur maður er Mark B. Randall úr Suðurafrika, sum vann 400 frí mánadagin, og sum heldur ikki luttók í 800 frí.
Teir átta bestu í kappingini 1500 metrar frísvimjing:
- Joensen, Pal 19 SN-FAR-ZZ 15:02.80
- Herman, Heerden 19 SN-WPA-WP 15:03.99
- Randall, Mark B 24 SN-BOR-BO 15:06.67
- Prinsloo, Troyden T 24 SN-KZNA-KZ 15:15.05
- Schoeman, Riaan H 20 SN-KZNA-KZ 15:24.70
- Meyer, Michael J 17 SYO-CGA-CG 15:29.08
- Ho, Chad 19 SYO-KZNA-K1Z 15:34.05
- Brown, Myles M 17 SYO-KZNA-K1Z 16:03.20
Innleiðandi riðlarnir eru í morgin fríggjadag 16. apríl, frá kl 9:00 føroyska tíð
Finalan í 1500 frí verður síðst í finalupartinum leygardagin 17. apríl, sum byrjar kl 17:00 føroyska tíð.
Til ber at fylgja við á www.svimjing.com, www.ssf.fo og www.swimsa.org. Hartil síggjast úrslitini á ssa.sportza.co.za og www.svimjing.com/live, so hvørt sum svomið verður .
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu
næstformaður
“Faroe Islands’ Pal Joensen cleared 8:00 in the men’s 800 free with a winning time of 7:58.95. The man from the tiny country that has a population standing at less than 50,000 people, continues to impress. Chad Ho placed second in 8:09.04, while John Ellis took third in 8:14.99.”
http://www.swimmingworldmagazine.com/lane9/news/23996.asp?q=South%20African%20Long%20Course%20Nationals:%20Riaan%20Schoeman,%20Wendy%20Trott%20Post%20Fast%20Times;%20Natalie%20Du%20Toit%20Sets%20Another%20Paralympic%20World%20Record
Hurrá fyri Pál. Óført!