Viðfestur er offisielli úrslitalistin frá SuSvim stevnuni í gjár, umframt RE-fíla til hagtalsbrúk. Gott at síggja at Malan Vitalis Bærendsen er komin aftur í aftur og vann bæði 50 og 100 bringu, og at Guðrun Holm Jacobsen eisini hevur verið røsk at kappast. Men annars eru tað serliga juniorarnir sum dominera kappingina, við til dømis Poulu og Biritu í front í sínum sergreinum, við Ceciliu sum vinnara í bæði 100 og 200 frí, og við Tanju sum vinnara í 200 bringu. Og so Pauli hjá monnunum, ið nú dregur gullið heim til Havnar Svimjifelag.
Nei Rókur, 50 og 100 rygg hevði je ikki eingang vunnið, um je svam tað við fitjum 😛 Hehe..
Rættað 🙂
Um vit síggja burtur frá aldursbólkunum, so var samlaða støðan hendan:
Heiðursmerkjavinnarar (í opna bólkinum)
Eitt lítið tipp er at eg her havi brúkt lef-fíluna saman við “Result Viewer” hjá Spash Software, til at síggja hvussu nógv heiðursmerki tey ymisku hava vunnið. Splash Software eru tey sum reka http://www.swimrankings.net