Tíðindaskriv frá Havnar Svimjifelag og Krabbameinsfelagnum
Tórshavnar Kommuna samstarvar við Krabbameinsfelagið og Havnar Svimjifelag, ið eru farin undir at fyrireika eitt nýtt rørslutilboð. Talan er um eitt svimjuskeið á Eysturskúlanum. Skeiði verður fyri fólk, ið hava ella hava havt krabbamein. Eftir ætlan byrjar svimjuskeiði fyri summarfrítíðina.
Tað er vísindaliga prógvað, at rørsla veksur um mótstøðuførið móti sjúkum og at krabbameinssjúklingar, sum íðka ítrótt og røra seg nógv, hava betri lívsgóðsku og størri møguleika at liva longri.
v/ Krabbameinsfelagið
Jákup N. Olsen, formaður
v/ Havnar Svimjifelag
Sigurd L. Lamhauge, formaður
Gev gætur at Havnar Svimjifelag og Krabbameinsfelagið skipa fyri temadegi týsdagin 27. apríl, um rørslu og fyribyrging. Tiltakið verður á Hotel Føroyum frá kl 13 til kl 16, við luttøku av danska yvirlæknanum og professaranum Bente Klarlund Pedersen, sum hevur skrivað bókina “Motion på recept”:
http://www.svimjing.com/2010/04/07/story/krabbameinsfelagid-og-hs-undir-felags-atak-til-at-fyribyrgja-sjuku
Tiltakið er ókeypis men tó er neyðugt at melda seg til