UPDATE: Testað, riggaði ikki sum ætlað, og er tí tikið av aftur heimasíðuni. Grundleggjandi trupulleikin var at nýggi kassin bara vísti tað sum umsitarin av Facebook-síðuni skrivaði, og ikki tað sum onnur løgdu afturat. Tey umhugsa at víðka funkuna, so vit bíða bara 🙂
Vónandi síggja flestu av tykkum ein nýggjan kassa her til høgru á forsíðuni av svimjing.com, við yvirskriftini “svimjing á Facebook” ella líknandi. Hetta er ein roynd hjá mær at fáa snarboð frá svimjiáhugaðum á heimasíðuna, eitt sindur sum hasin har Twitter kassin við “Tutl og tvætl úr svimjiheiminum”.
Eg veit ikki enn um hetta er rætta loysnin, men meiningin er altso at gera tað so lætt sum gjørligt at fáa skjót boð út til øll svimjiáhugaði, við at posta tey á Facebook síðuna “svimjing”. Altso til dømis um man veit um onkur nýggj svimjitíðindi, ella bara hevur tørv á at fáa boð út til restina av okkum sum hava áhuga í føroyskari svimjing.
At tað bleiv Facebook framum Twitter, kemst mest av at tað er har sum flestu føroyingar eru. Her er okkurt løgið við at kassin ikki altíð kemur fram, hóast eg brúki eina meira ella minni standard loysn frá Facebook, og møguliga seinkar hetta eisini óneyðugt um heimasíðuna sum heild. Eg kundi øgiliga gott hugsað mær at tað ikki kravdi eina eyka Facebook síðu afturat verandi “svimjing.com“, men reni meg so í trupulleikan við at eg longu (automatiskt) posti øll tíðindi av svimjing.com umaftur á facebook-síðuni … og at tey so øll høvdu endað aftur í kassanum til høgru.
So her er altso ymiskt sum kundi verið betri, og sum tí sikkurt verður broytt í framtíðini. Men fyribils er hetta tað, at tit kunnu melda tykkum til Facebook-síðuna “svimjing.com”, um tit vilja stuðla heimasíðuna og fáa tíðindi av svimjing.com automatiskt á Facebook. Og so nú eisini hin vegin, at tit kunnu melda tykkum til Facebook-síðuna “svimjing”, um tit hava tørv á at fáa tíðindi út til restina av okkum, ella bara vilja fylgja eyka við.
OK, tað sær út til at hetta her Fan Box bara kann vísa tað sum umsitarin “svimjing” velur at posta, hóast brúkarar sleppa at posta frítt á Facebook-síðuna.
http://wiki.developers.facebook.com/index.php/Talk:Fan_Box
Soe … hatta var ikki loysnin. Eg leiti víðari :-S
Nú hava tey gjørt nakrar nýggjar funkur, sum eg tí testi her á heimasíðuni. Hasi ‘like’ knøttarnir til hvønn einstaka post, og so hasin blokkurin “FB um svimjing.com”, við tí sum Facebook dugir at finna á neti sínum um svimjing.com.
Hetta nýggja ger ikki heilt tað sama sum hitt sum eg royndi (at fáa almenna Facebook viðgerð av svimjing yvir her á svimjing.com). Men tað minnir um, og mennist sikkurt við tíðina.
Facebook er nakað spooky nakað, sí t.d. http://likebutton.me/