Svimjinevnd SSF hevur í kvøld sent út viðfesta skriv um komandi Føroyarmeistarastevnu / Juniormeistarastevnu 2010, við upplýsingum um tíðarætlan, tilmeldingarkrøv og líkandi. Tilmeldingarfreistin er mánakvøldið 10. mai 2010 kl 21:00.
Hósmorgun 13. mai: Upphiting kl. 08:00, kapping kl 09:30
Hósdag 13, mai: Upphiting kl. 16:30, kapping kl 18:00 – 20:00
Fríggjamorgun 14. mai: Upphiting kl. 08:00, kapping kl 09:30
Fríggjadag 14. mai: Upphiting kl. 19:00, kapping kl 20:40 – 22:40
Leygarmorgun 15. mai: Upphiting kl. 09:00, kapping kl 10:30
Leygardag 15 mai: Upphiting kl. 16:30, kapping kl 18:00 – 20:00
Legg her til merkis, at serliga finaluparturin fríggjadag er tað reina ‘prime time’, rættiliga seint eitt fríggjakvøld.
Kringvarpið sendir beinleiðis frá øllum trimum finalupørtunum.
Svimjinevndin heilsar, at upphitingin leygarmorgun er flutt ein tíma, eftir ynski frá venjarunum.
Havi tí skift viðfestu fíluna út, og broytt tekstin omanfyri, so at upphitinging nú byrjar kl 09:00 leygarmorgun, heldur enn kl 08:00.
Ein skilagóð avgerð. Hóðast tað kanska ikki er nemt at prógva her og nú, so er tað nakað í okur óiva fáa gagn av. Serliga juniorarnar og tey yngru sum hava meira at svimja um fyrrapart. Tey eru væl øll von við at fara í song seinast klokkan 22:00