Maglione berjist fyri at fáa størri part av OL pengunum

FINA forsetin Julio Maglione stríðist í løtuni sambært SwimNews.com og AP fyri at svimjingin skal fáa størri part av teimum 375 milliónum dollarunum fyri sjónvarpsrættindum til OL, enn tær 18.73 milliónir dollararnar sum svimjingin í løtuni fær bjóðað. Til samanberingar fær frælsi ítrótturin sum OL ítróttargrein nummar 1 nærum tað dupulta, 35.77 milliónir dollarar, og fótbóltur, kurvabólt, súkkling, fimleikur, tennis og flogbóltur tað sama sum svimjingin. Maglione heldur at hetta býti ikki reflekterar veruleikan í dag, har Phelps til dømis vann metnógv 8 gullheiðursmerki í 2008, og har atgongumerkini til svimjing konsekvent eru tey fyrstu sum verða útseld.

Craig Lord á SwimNews.com leggur afturat, at hóast frælsi ítrótturin veruliga er eitt og kanska størsta trekkplástur á OL, so hava tey eisini fyrimun av at fáa so stórt stadium at fylla. Sum dømi nevnir hann at metið hjá svimjingini eru yvir 60.000 áskoðarar í senn, frá OL í London heilt afturi í 1908 … kanska einamest tí at stadium tá kundi taka so nógvar áskoðarar.

Eftir øllum at døma hevur umbønin hjá Maglione longu verið til viðgerðar, tá ið frymilin fyri peningabýti var til viðgerðar á fundi hjá ASOIF (The Association of Summer Olympic International Federations) í Dubai. Men hóast Maglione fekk stuðul frá borðtennis og hondbólti, so endaði atkvøðugreiðslan allíkavæl sambært AP við, at frymilin varð verandi tann sami. Um enn møguliga við onkrum kompromis, har fótbólturin og frælsi ítrótturin sambært SwimNews.com gekk við til at geva 20 milliónir krónur víðari til onnur sambond.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.