Galdandi frá og við 10. mai eru nýggjar nálatíðir komnar í gildi, umframt ein nýggj reglugerð um nálatíðir. Talan er um eina generella herðing av nálatíðunum, sum mest skyldast at tær hava verið óbroyttar so leingi. Eingin missur tær nálir sum tey hava fingið, men hinvegin koma tríggjar nýggjar ‘við stjørnu’ afturat teimum upprunaligu gull, silvur og bronsa.
Her er ein samanbering av gomlu og nýggju kravtíðunum til bronsunál, sum er fyrsta nál ein svimjari kann fáa. Aftaná hana er nú tættari millum nálirnar, vegna nýggju stjørnunálirnar, men í fyrsta umfari er altso torførari at koma í gongd.
Bronsunálakravtíð
Nýggju kravtíðirnar síggjast her á ssf.fo, umframt reglugerðin sum sagt her.