Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Nú hósmorgunin 13. mai byrjar árliga Føroyameistarastevnan í svimjing, ið er hæddarpunktið í heimliga svimjikalendaranum. Kappast verður í Svimjihøllini í Gundadali, hósdag til leygardag 13. til 15. mai, við avgerandi juniormeistarastevnu um morgunin, og beinleiðis sjónvarpaðum finalum um kvøldið. Føroyameistarastevnan er evstamark fyri úttøku til altjóða svimjistevnur í summar, sum í ár umfata EM í Ungarn, EJM í Finnlandi, NMU í Noregi og Small States í Íslandi.
- Hósmorgun 13. mai kl 09:30 – Innleiðandi riðlar og juniormeistarastevna
- Hóskvøld 13. mai kl 18:00 – Finalur beinleiðis í Kringvarpi Føroya
- Fríggjamorgun 14. mai kl 09:30 – Innleiðandi riðlar og juniormeistarastevna
- Fríggjakvøld 14. mai kl 20:40 – Finalur beinleiðis í Kringvarpi Føroya
- Leygarmorgun 15. mai kl 10:30 – Innleiðandi riðlar og juniormeistarastevna
- Leygarkvøld 15. mai kl 18:00 – Finalur beinleiðis í Kringvarpi Føroya
Meistarastevnan er skipað soleiðis, at øll um morgunin kappast í innleiðandi riðlunum um at koma í finalu um kvøldið, samstundis sum at juniorar og yngri kappast um heiðurin at gerast føroyskur juniormeistari 2010. Og um kvøldið eru tað so tey upp til 6 skjótastu í hvørji grein, sum kappast um at verða føroyameistari 2010. Harvið eru allir stevnupartar avgerandi hjá teimum yngru, samstundis sum at tey eldru mugu ansa sær at ikki taka tað ov róligt um morgunin, um tey vilja sleppa í finalu um kvøldið.
Úttøkur til altjóða kapping í summar
Føroyameistarastevnan er síðsta freist at klára kravtíð til Evropeisku Meistarastevnuna í Budapest tann 9. – 15. august, umframt til Evropeisku JuniorMeistarastevnuna í Helsinki tann 14. – 18. juli. Hartil fer Svimjisambandið í leypi av FM/JM 2010 at taka út einar 8 svimjarar til Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung í Drammen tann 3. – 4. juli, umframt einar 8 svimjarar til “2nd Swimming Championships of the Small States of Europe”, sum verður í Hafnarfirði tann 12. – 13. juni 2010.
Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung er fyri svimjarar undir junioraldur, meðan Evropeiska Meistarastevnan fyri Smátjóðir er skipað bæði sum junior- og seniorkapping. Svimjararnir verða ikki tiknir út við beinleiðis kravtíðum, men í staðin út í frá millum annað hvussu nógv FINA stig tey megna at røkka í einstaklingakapping á Føroyameistarastevnuni.
Beinleiðis í sjónvarpi og á netinum
Kringvarp Føroya sendir beinleiðis frá øllum finalupørtum, í sjónvarpi og yvir interneti á www.kringvarp.fo. Hartil ber til at fylgja við tíðum og kjaki beinleiðis á www.svimjing.com/live, við møguleika hjá øllum at luttaka í kjakinum, og at seta viðmerkjaranum í sjónvarpinum spurningar.
Fagurt skrýdd høll
Svimjihøllin í Gundadali verður pyntað við fløggum og litum, sum á landsdystinum ímóti Íslandi og Føroyameistarastevnuni í fjør. Sum nakað nýtt verður tíðtakingin eisini víst á stórskíggjum í høllini, so at áskoðararnir kunna fylgja betur við gongdini í ymisku kappingunum.
Millum stevnupartarnar eru so eisini leypandi tíðindi og viðmerkingar, á føroyskum svimjiheimasíðum sum www.svimjing.com, www.ssf.fo, www.hs.fo, www.aegirsvim.fo og www.susvim.com.
Hørð kapping í væntu
Yngstu svimjistjørnur okkara megnaðu at seta heili 15 juniormet á Meistarastevnuni fyri Ung, sum var í Klaksvík nú í vikuskiftinum. Eingin av teimum hevði veruligan junioraldur, og spennandi verður tí at síggja hvussu verður á Føroyameistarastevnuni og Juniormeistarastevnuni, nú tey eldru eisini sleppa at royna seg. Pál Joensen og Pauli Ø. Mohr hava longu boðað frá luttøku, sum plaga at borga fyri eini veruligari holmgongu í 50 metra frísvimjing. Kári J. á Høvdanum og Guðrun Holm Jacobsen síggjast eisini á startlistunum, umframt onnur kend nøvn sum Shaila millum Garðarnar, Malan Vitalis Bærendsen, Birita Debes og Poula Ø. Mohr.
Ársins svimjarar verða valdir
Venjarar úr øllum svimjifeløgum velja í leypi av FM/JM, hvørjir svimjarar sum skulu hava heiðurin at gerast ársins svimjarar hjá monnum og kvinnum í 2010, umframt ársins stjørnuskot. Í fjør vóru ársins svimjarar Shaila millum Garðarnar og Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag, meðan ársins stjørnuskot vóru Birita Debes úr FLOT og Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag.
Áhugaverd leinki
Startlistar til FM/JM 2010: http://www.livetiming.se/program.php?cid=507&session=1
Úrslit frá FM/JM 2009: http://www.livetiming.se/results.php?cid=306
Føroysk met á stuttgeil: http://www.ssf.fo/kapping/met/foroysk-met-25m/
Føroysk juniormet á stuttgeil: http://www.ssf.fo/kapping/met/juniormet-25m/
Kravtíðir til altjóða kapping í 2010: http://www.ssf.fo/kapping/kravtidir/kravtidir-2010-25m/
Føroyskir styrkislistar fyri svimjiárið 2009/2010:
http://www.swimrankings.net/index.php?page=rankingDetail&clubId=107&gender=1&course=SCM&agegroup=X_X&stroke=0&season=2010
Slaturin hevur gingið í Havn, at Andrass Thomsen eisini umhugsar at lutaka í FM.
Tað verður so ikki í nakrari einstaklingakapping, tí hann er ikki á nøkrum startlista:
http://www.livetiming.se/program.php?cid=507&session=1
…í stafettini í dag.
Eg trúgvi at teir seta ein sera sterkan 4x100frí saman nú Pauli er í HS.
Pauli – Magnus – Andrass og Miné, ja og so er Dánjal Hestoy jú har, so har eru fleiri møguleikar 😉
Men kanska tað heldur er 4x50m frí, tí onkur av hasum fær kanska trupult við at liva upp til sítt besta í 100m 😉
Ohøj nú verða nógvar døgnflugur at síggja sum hjálparfólk í svimjihølluni, hevði tað altíð verið líka lætt at fingi hjálparfólk til aðrar svimjikappingar, sum til FM, men har er jú ikki SvF umboða, spell kanska.
Annars eitt gott FM og JM 2010 til øll.
Feløgini kunnu gera eina bonus skipan, um tú er ímillum 3 tey bestu hjálparfólk í felagnum galdandi ári, so sleppur tú við til FM 😉
Annars: In astrology, Gemini is considered a “masculine”, positive (extrovert) sign. hehe
Gott FM øll somul :o)
Hvar kann eg síggja finalurnar beinleiðis á netinum?
http://www.svimjing.com/live er live timing
streaming er onkunstaðni á http://www.kringvarp.fo
Tað er allarhelst á hesari síðuni at KvF ætlaði at leggja livesendingina, men her er roykur og eingin grind. Stendur bara at sendingin ikki er tøk í løtuni.
http://www.kringvarp.fo/index.asp?s=48&t=s&slag=
Eg havi prøvað at opna vanliga leinkið, sum kringvarpið brúkar til streaming, men har er einki samband…..virkar sum um, at Kringvarpið hevur goymt at tenda fyri tí…… :/ Annars stendur heldur einki um tað á kringvarp.fo….
Er hetta nakað, sum tit kunnu fáa fiksað til í morgin? Siti á flatlondum og vil ordiliga gjarna sleppa at síggja finalurnar 🙂
Eg veit ikki nær ella um Kringvarpið sendir FM beinleiðis á netinum. Fyrradagin royndi eg hetta linkið (mms://media.internet.fo/DVlive) meðan Dagur og Vika koyrdi, men tá riggaði tað ikki.
http://www.kringvarp.fo/index.asp?s=67
Havi hoyrt okkurt um, at Kringvarpið má opna upp fyri live-streaming…..so tað er nokk onkran har man skal taka fat í!
Veit nakar, um finalurnar verða vístar beinleiðis á kringvarp.fo í kvøld?
Síggi, at finalurnar frá í gjár nú liggja har sum ein vanlig sending, men tit (Rókur/SSF) lýsa við at Kringvarpið sendir beinleiðis á netinum…..
Her liggur síðan, Kringvarpið varpaði frá í fjør.
http://www.kringvarp.fo/sports/svimjing/live.asp
Hon sær eitt sindur deyð út.
so fari eg at royna hattar í kvøld 🙂
Handan leinkjan riggar heldur ikki :/ So vit mugu nokk bara nøjast við livetiming….Tað var bara so stuttligt at kunna síggja live-myndir úr høllini í fjør!
Havi hoyrt frá rímiliga álítandi keldum, at sjónvarpið streamar í kvøld. Eg skal royna at fylgja við og finna leinki tá.
Leinkið riggar nú, men opinbart er sambandið ikki so gott, so tað líkist kavaroki…..men tað er altíð nakað, at ljóðið riggar 😉
Hurrá fyri Kringvarp Føroya: http://www.kringvarp.fo/index.asp?s=67
Sært tú myndina klárt ella sært tú bara (digitalt)kavarok?
Kringvarpssignalið á netinum var fínt hjá mær.
….tað var bara mac’urin hjá mær, sum ikki kláraði tað….. 😉
Um tú hevur trupulleikar við Apple, so spyr bara Hestoy !
… hann fær tað heldur ikki til at rigga 😀
Tú kanst heilsa Hestoy og siga, at trupulleikin er ongantíð Apple…..tað eru hinir veitararnir, sum skapa trupulleikarnar ;p
Fekk annars skaffað eina teldu við windows, so eg fekk tað heila við 😉
Kringvarpið sendir í wmv (Windows Media Video), ið kann vera trupul at brúka hjá teimum sum brúka Apple teldur. Microsoft gavst við at gera Media Player til Mac OS í 2006, men man kann brúka VLC (ókeypis) í staðin.
Eg opnaði leinkjuna í VLC, men myndin var sum karavrok, men ljóðið riggaði fínt……
Hmmmja… Kringvarpið sendir í WMV3, sum VLC kann hava trupulleikar við. Ráðini frá VLC er oftast at ‘geninnstallera’ VLC og/ella brúka nýggjasta versión av VLC. Eg havi ongar trupulleikar við at spæla wmv3 á VLC versión 1.0.1 á Windows.
Mín Mac’ur hevur ongar trupulleikar við at vísa streamingina hjá Kringvarp, óansæð hvat undarligt format Microsofte finnur uppá!