3 føroysk met og 4 juniormet vórðu sett í kvøld á Føroyameistarastevnuni 2010, afturat tí eina føroyska metinum og 5 juniormet frá Juniormeistarastevnuni og innleiðandi riðlunum í morgun. Hartil tangeraði Astrið Foldarskarð úr FLOT juniormetið í 50 firvald, við tíðini 30.05 har Helena Strøm Sævarsdóttir úr Suðuroyar Svimjifelag í morgun setti juniormet við somu 30.05, soleiðis at ein kanska av røttum skuldi talt skurðin í dag at verða 4 føroysk met og 10 juniormet.
Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag setti í kvøld nýtt føroyskt met og juniormet í 50 firvald, við tíðini 25.17 har hann í morgun setti føroyskt met og juniormet við tíðini 25.44. Magnus setti eisini nýtt føroyskt met og juniormet í 200 rygg, við tíðini 2:04.99, har føroyska metið hjá Kára J. á Høvdanum frá FM 2008 var 2:05.13, og føroyska juniormetið hjá Magnusi frá MU 2010 var 2:07.07. Turið S. Christiansen, Hildur á Fløtti, Elspa Mørkøre og Cecilia Eysturdal úr Ægir settu nýtt føroyskt met í 4×100 frí, við tíðini 4:02.20 har metið hjá Tvøroyrar Svimjifelag frá FM 2007 var 4:04.77.
Turið S. Christiansen úr Ægir betraði um sítt juniormet í 200 blandað, við tíðini 2:27.25 har hennara met frá Meistarastevnuni fyri Ung farna vikuskiftið var 2:28.10. Astrið Foldarskarð tangeraði sum sagt juniormetið í 50 firvald, við at raka akkurát á tey 30.05 sekundini sum juniormetið hjá Helenu Strøm Sævarsdóttir frá í morgun ljóðaði uppá. Og Birita Debes úr FLOT betraði um sítt juniormet í 100 rygg, við tíðini 1:04.72 har metið hjá henni frá Oyggjaleikum á Álandi var 1:05.34.
Tilsamans sum sagt 4 føroyskt met og eini 9-10 juniormet, nú triðingurin er svomin av FM/JM 2010.
Við fyrivarni – tað kann væl vera at eg havi yvirsæð onkran her, so rættið endiliga! (eisini so at eg fái rættlisið hetta … man blívur jú trill í ørviti av øllum tølunum)
‘High score’ listarnir her eru frá MU 2010 og FM/JM 2010 til nú (finalur og innleiðandi). Havi tikið Pál Joensen frá, við tað at hann er á Mare Nostrum stevnu í Canet, tá ið Small States er (12. – 13. juni)
Small States 2010
NMU 2010
Elspa Mørkøre svam skjótast í 100 frí stafettini (58.82), meðan Shaila millum Garðarnar hevði trið bestu tíð (59.62). Jú tær “gomlu” duga enn at svimja skjótt.
Nú ein bert undrast yvir allar koldømingarnar, so helt eg at tað kanska var áhugavert fyri tey sum hava hug at skriva okkurt á ein koldømingarseðil, ella bara undirskriva ein, at tey høvdu nýggjastu reglarnar hjá FINA við í hylin.
BACKSTROKE RULES