Unga Tanja Skaalum úr Suðuroyar Svimjifelag fleyg undir teir 35 í 50 bringu, og hóttir nú av álvara føroyska metið eisini. Tíðin hjá henni var 34.69, har hon á Meistarastevnuni fyri Ung setti annars ógvuliga flott juniormet á 35.16. Men Malan Vitalis Bærendsen svaraði so aftur í síðsta riðli nú, við at svimja 34.54, har føroyska metið hjá Katarinu Lamhauge frá Oyggjaleikum er 34.49.