Birita Debes úr FLOT setti í morgun nýtt juniormet í 50 frí, við tíðini 27.03 har metið hjá henni frá landsdystinum ímóti Íslandi í fjør var 27.11. Cecilia Eysturdal, Turið S. Christiansen, Óluva Jacobsen og Monika Biskopstø settu nýtt juniormet fyri Ægir í 4×100 blandað, við tíðini 4:41.25 har kravtíðin til at kunna seta juniormet var 4:57.88. Og HS-dreingirnir Magnus Jákupsson, Óli Mortensen, Bartal Hestoy og Høgni Miné settu nýtt juniormet í 4×100 frí, við tíðini 3:46.22 har metið hjá Ægir hjá MU farna vikuskiftið var 3:58.18.
Føroysk svimjing er altso ikki fyri børn 🙂
Pauli leypir upp á listan við 24.02, og okkurt annað er eisini broytt. Sigið endiliga frá um nakað er galið her (ella um onkur av teimum upplistaðu ikki ætla sær við), tí hetta er sirka arbeiðsskjalið fyri hvør sum sleppur við til hesar stevnur.
Small States 2010
NMU 2010