Miðal fyri gull í FM 2010 er 640,5 Fina stig. Eitt vet lægri enn FM 2009 (647,8), men hægri enn FM 2008 (618,6), FM 2007 (623,1) og FM 2004 (544,5).
Stafetturnar eru ikki tiknar við.
Miðal fyri gull í FM 2010 er 640,5 Fina stig. Eitt vet lægri enn FM 2009 (647,8), men hægri enn FM 2008 (618,6), FM 2007 (623,1) og FM 2004 (544,5).
Stafetturnar eru ikki tiknar við.
Google grafurin er eitt sindur ‘interaktivur’ sum her merkir, at tey sum brúka t.d. Google Chrome ella Mozilla Firefox kunna trýsta á plottini og fáa neyv tøl fram. Hetta riggar ikki í Microsoft Explorer, sum flest fólk í Føroyum/heiminum brúka.
Skeg vid “nørda” fakta 😉
Jamen, tað er torført ikki at verða imponeraður av Google Chrome, ið er skjótasti og tryggasti kagi á netinum.
Í hinum endanum finna vit Microsoft Explorer, sum Hestoy hevði vunnið á í einari pseudo-speed test 🙂
Hasin starturin hjá Hestoy var faktiskt skjótari enn ljóðið
(Helt líka at eg mátti forsvara mannin)
Lurtið bara sjálvi … hann er avstað áðrenn startskotið hoyrist !
(Internetkagin) Opera er nógv skjótari enn eitt epli
800 frí menn og 1500 frí kvinnur er ikki tikið við
Grafurin røkkur bert til 800 FINA stig, er tað tí? 🙂 Annars dugi eg ikki at síggja hví hasar kappingarnar ikki eru við. Tað er í hasum kappingunum at okur eru umboða allar sterkast nakrantíð í altjóða svimjing. Hvussu kann tað IKKI vera áhugavert?
Og liðsvimjingarnar, tær vísa um ikki annað nakað sera áhugavert, hvussu breiddin er hjá feløgunum, kanska eitt tal fyri 1. 2. og 3. plássi hevði havt áhuga, so ein sá um fleiri feløg koma við, ella um tað bert eru 2 feløg sum kappast um 1. plássi alla tíðina í liðsvimjingunum.
Tað er ikki fyri at kritisera, eg sá bara møguleikan í hesun grafinum, tað er eitt nemt “tól” at nýta hjá okon øllum sum hava við føroyska svimijing at gera. Og kanska serliga fyri SSF. Um ein hevur hug til at fáa sprintararnar uppá sama støði sum hann í leggur støði! So má hansara støði frá FM takast við, tí tað var bert í einari kapping at tað var spælt eitt sindur við “musklunum” og hon er vald frá.
Tad má nokk vera tí at 800 frí menn, og 1500 frí kvinnur ikki hava verid svomin øll árini grafurin vísir. Og tí er tad kanska ringt at samanbera 😉 Lidsvimjingarnar eru eisini broyttar hesi árini, so tad forklárar nokk hví tær heldur ikki eru tiknar vid !!! Haldi tad er stórt at nakar tímir at gera ein sovornan “nørda”-graf og haldi man bara skal síggja tad sum tad, altso “nørda”-fakta 😉
Bara líka fyri at fáa tað upp á pláss, so eru tað – ja – nørdarnir sum her hygga sær. Og tað hevur (harvið?) slettis einki við Svimjisambandið at gera, annað enn at tað eru dáta frá føroysku svimjingini sum verða brúkt.
Eg eri rættiliga yvirbevístur um at 800 manglar tí at tað ikki varð svomið í 2004. Bartal hevur viljað víst dáta yvir so nógv ár sum gjørligt, og finnur soleiðis av eintingum bara hasi at samanbera (og TAÐ sigur nógv um Svimjisamband Føroya, seinastu árini … at søgan er so illa varðveitt).
Uttan at hava kannað tað yvirhøvur (til dømis við at spyrja boyggja :-), so giti eg at Bartal her hevur valt at skera bara har, til at spara tíð og pláss. Ja, liðsvimjingarnar vísa nakað… sum tó ikki er so einsfalt at samanbera við einstaklingaúrslit.
Tað sum eg HAVI hoyrt frá Bartali, um hesar grafarnar, er at hann var vilt imponeraður av hesum her Google ‘live’ grafunum. Hasi prikkarnir koma á heimasíðuna her, so hvørt sum Bartal tastar úrslitini inn. Ella importerar tey frá SwimRankings, ella whatever. Veit ikki heilt hvussu hann ger tað, men dugi eisini sjálvur at síggja møguleikar, sum t.d. at fáa eina live heiðursmerkjauppteljing á heimasíðuna til næsta FM 🙂
Google grafar í html formatið rigga ikki, hvis tal serian ikki er fullkomin – ella tað haldi eg ikki. Tað merkir, at man noyðist antin at velja frá ella finna uppá tøl, sum eg gjørdi við grafinum um Romanovich. Men tal serian noyðist ikki at vera fullkomin, hvis grafurin verður knýttur at einum rokniarkið. So nú er 800 frí og 1500 frí hjá ávikavist monnum og kvinnum við í grafinum.
Tað sum er við hasum 800m frí, tað er at um longu 1 ár, so giti eg, at fleiri 15-16 ára gamlir dreingir svimja undir gullnál til næsta FM, og tað kemur at síggjast aftur í hasum tindinum, tí Hr. Joensen má kanska svimja eitt sindur skjótari fyri at vinna kappingina, um hann yvirhøvir svimir FM. Annars er hatta ikki so nørdsligt at ikki ein og hvør kann/eigur at, síggja henleikan í hasum. Longu undir FM var tosa um hatta ímillum svimjararnar. Thumbs up Bartal! Alt sum motiverar teir til at svimja skjótari.. bring it!