Pál Joensen til Mare Nostrum at kappast

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Pál Joensen fer hesa næstu góða vikuna at kappast á Mare Nostrum svimjistevnunum í Monaco, Barcelona og Canet en Roussillon, sum liður í sínum fyrireikingum fram ímóti EM í Budapest í summar. Mare Nostrum stevnurnar eru millum allarstørstu tiltøk í svimjiheiminum hesu megin summarið, við luttøku av toppnøvnum úr til dømis USA, Avstralia, Fraklandi, Kina, Russlandi, Bretlandi, Týsklandi og Svøríki.

Mare Nostrum 2010

[Image courtesy of www.marenostrumswim.com]

Pál skal kappast á øllum trimum stevnunum í Mare Nostrum røðini, sum eru ein hørð vika við innleiðandi kappingum, finalum og ferðing. Nú leygardagin og sunnudagin 5. – 6. juni kappast tey í Monaco, fyri síðani at ferðast til Barcelona at kappast mikudag og hósdag 9. – 10. juni, og so aftur til Canet at kappast leygardag og sunnudag 12. – 13. juni.

Allastaðni kappast hann í 400 metra frísvimjing, umframt í Barcelona og Canet í 1500 metra frísvimjing. Í Monaco er 1500 metra frísvimjing ikki á skránni, so har hevur hann í staðin valt at kappast í 200 metra frísvimjing.

Kappingarneytarnir eru serliga tunesiski Oussama Mellouli, sum er heimsmeistari í 1500 metra frísvimjing frá HM í Rom í fjør summar, og olympiskur meistari á teininum frá Beijing í 2008. Hartil í Monaco og Canet kinesiski Lin Zhang, sum varð heimsmeistari í 800 metra frísvimjing á HM í Rom í fjør, og í Monaco týski Paul Biedermann í 200 og 400 frí, sum varð heimsmeistari á hesum teinum í Rom.

DSC_0216

Onnur kend nøvn í hesum greinum eru til dømis Mads Glæsner úr Danmark, sum kappast í 400 men ikki 1500 frísvimjing á stevnuni í Barcelona. Bretski David Davies, sum vann bronsu í 1500 frí á OL í Athen í 2004, og bronsu á 1500 frí á HM bæði í 2005 og 2007. Og aðrir harðir hálsar sum til dømis Sébastien Rouault úr Fraklandi, Robbie Renwick úr Skotlandi, Danila Izotov úr Russlandi, Dominik Koll úr Eysturríki, Gerko Kis úr Ungarn og Przemyslaw Stanczyk úr Póllandi.

Styrkismetingarnar hjá Páli eru sambært tilmeldingartíðunum:

  • Nr 33 í 200 frí í Monaco
  • Nr 11 í 400 frí í Monaco
  • Nr 17 í 400 frí í Barcelona
  • Nr 9 í 1500 frí í Barcelona
  • Nr 9 í 400 frí í Canet
  • Nr 5 í 1500 frí í Canet

Fyri allar tilmeldingartíðir er tó galdandi, at eingin enn veruliga veit hvussu hvør einstakur stendur seg í altjóða kappingini, nú eftir at tær sonevndu superdraktirnar eru burtur. Hetta er fyrsta stevna har øll hesi nøvnini veruliga møtast aftur í kapping, so áhugavert verður at síggja hvussu teir ymisku nú standa seg í kappingini ímóti hvørjum øðrum.

Pál fer av landinum í morgin árini hósdag 3. juni 2010, og kemur aftur mánadag 14. juni. Við á ferðini eru Jón Bjarnason venjari, og Thurid S. Kjærbo fysioterapeutur. Tað eru stuðulin til úrvalsítrótt, ið ger tað møguligt hjá Páli at luttaka á Mare Nostrum, umframt á øðrum altjóða stevnum og fyrireikandi tiltøkum í ár.

Til ber at lesa um Mare Nostrum stevnurnar á www.marenostrumswim.com, umframt at fylgja við á føroyskum svimjiheimasíðum sum www.susvim.com, www.ssf.fo og www.svimjing.com

One thought on “Pál Joensen til Mare Nostrum at kappast”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.