Tað gjørdist til eitt fimtapláss hjá føroyska Pál Joensen, tá ið hann á Mare Nostrum stevnuni í Monaco fyri løtu síðani svam 400 frí uppá 3:53.88. Týski Paul Biedermann vann gull við tíðini 3:48.77, kinesiski Lin Zhang silvur við tíðini 3:49.10, tunesiski Oussama Mellouli bronsu við tíðini 3:50.35, og síðani kom skotski Robbie Renwick við 3:53.21.
Tíðin hjá Páli er rættiliga lík teimum 3:53.39 frá suðurafrikansku meistarastevnuni í vár, og so aftur eitt sindur frá teimum 3:48.57 sum hann svam á donsku meistarastevnuni í Esbjerg í fjør. Men tað er hon nú eisini hjá til dømis vinnaranum Paul Biedermann, sum eigur heimsmetið í greinini á 3:40.07, men sum tó so svimur ‘bara’ 3:48.77 nú.
Mellouli hevði tilmeldingartíð 3:41.11, og Lin Zhang tilmeldingartíð 3:42.23, so reint matematiskt er Pál nærri at sínum superdraktstøði enn kappingarneytarnir, nú hann svam bara 5.31 sekund frá síni bestu tíð, í mun til 8.7 sekund hjá Biedermann, 9.27 sekund hjá Mellouli og 6.87 sekund hjá Zhang.
Í víðari kappingini á Mare Nostrum er serliga tíðin hjá Mellouli áhugaverd, við tað at hann og Pál skulu kappast í 1500 frí bæði í Barcelona og Canet. Zhang svimur eisini í Canet men ikki í Barcelona, meðan restin av hesum 8 sum svumu 400 frí í finaluni í dag ikki fara at svimja 1500 frí, hesa komandi vikuna.
Vit vita at Pál er lutfalsliga sterkari á teimum longru teinunum, so spennandi verður at síggja, um munurin millum Pál, Mellouli og Zhang verður enn minni á longra teininum, ella kanska enntá við Pál frammanfyri hinar báðar. Hetta eru jú sum kunnugt heimsins bestu langteinarar sum hann svimur í móti, ávíkavist heimsmeistarar í 1500 og 800 frí frá í fjør.
Men nú er tað fyrst innleiðandi riðlar í 200 frí í morgin árini, har kappingin er væl harðari, og Pál enn meira á útibana, sum langteinari í móti teimum sum spesialisera seg í hesum stytru teinunum. Biedermann er við aftur, umframt Mellouli, Zhang og Renwick, og so sprintarar sum Brent Hayden og Thiago Pereira.
Hatta var perfekt 1500m pace venjing 😉
You just wait 😉