Hetta er sum ikki einaferð rættiliga hektiskt, at vera á meistarastevnu. Okkurt er gloppið í dag, sum til dømis tá ið genturnar svumu verri í 50 frí í finaluni nú seinnapartin, enn í innleiðandi riðlunum í morgun. Men so øgiliga nógv annað er gingið gott, at vit kunnu ikki annað enn vera nøgd.
Her eru myndir og video av so gott sum øllum, men sum fyrr nevnt uttan at eg fái tað yvir á telduna. Hartil er tíðin øgiliga knøpp, nú vit til dømis beint nú eru komin aftur frá svimjihyli og Bónus-keypi, fyri síðani at skula út til onkran fínan døgverða. Og nú siga hini at tað var ikki kl 19:00 men kl 18:30, so nú má eg renna ….
Irriterandi system hatta Hytek, ongar split tíðir at síggja í liðsvimjing ella nakað.
Men um tað er sum eg “hoyri” so svam Tanja 1:16,5 í 100m bringu í 4x100m blandað, tað var óført má eg siga.
Her til Mare Nostrum kemur tú í finaluna við 1:11,1 so kanska hon skal við næsta ár, ella kanska ikki, hon er bert 12 ár hehe. Eg gleði meg til at koma heim aftur so okur kunn gera klárt til NUM í Norra.
Koyri á øll somul.
Jón B.
Við fyrivarni … eg royni at minnast dáta sum Petur Heðin gav mær niðri á dekkinum í áðni.
Tanja legði út við 34.91, og svam teir 100 bringu uppá 1:16.68. Til samanberingar eru föroysku metini ávíkavist 35.34 og 1:17.30.
Tanja kundi sjálvsagt ikki seta met her, tí hon var næsti svimjari í stafett, og tí hevur fyrimun ikki at skula reagera uppá eitt startskot, men heldur bara vurdera nær næsti svimjari kom inn.
Men eg voyt ikki … hon brúkti allíkavæl 0.26 sekund uppá avstað, frá tí at Birita var komin á mál. Til samanberingar brúkti Cecilia lötu seinni 0.08 sekund.
So tað er væl líka við at hon kann taka tey föroysku metini, onkuntíð skjótt 🙂