Í 400m frí í morgun svam Pál 3:57,93 og var tað nokk til eitt 4. pláss og víðari til finaluna.
Í finaluna komu annars:
1. Sébastien Rouault FRA 3:54,38
2. Oussama Mellouli TUN 3:56,89
3. Anthony Pannier FRA 3:57,64
4. Pál Joensen FAR 3:57,93
5. Mark Randall RSA 3:58,09
6. Ahmed Mathlouthi TUN 3:58.45
7. David Carry GBR 3:58,99
8. Jorge Maia POR 3:59,46
Hóðast hetta er ein sterk finala um ein hugsar um teir sum svimja, so var tað relativt nemt at svimja seg í finaluna um ein ikki var troyttur. Og tað sá ein alt fyri eitt tá ið Sébastien Rouault sprintaði frá Mellouli seinasta 50m í morgun.
Tað var hart at svimja 3:57,9 í morgun sigur Pál. Okur høvdu jú bert ein hvíludag, og hann var hildin í einum bussi tá ið okur koyrdu frá Barcelona til Canet, so tað var alt annað enn optimal hvíld. Sébastien Rouault og Ahmet Mathlouthi vóru ikki í Barcelona, og eru teir ikki eins troyttir og hinir 6 sum eru í finaluni, so spennandi verður at síggja hvussu tað ávirkar úrsliti.
Finalurnar byrja klokkan 17:00 føroyska tíð, og 400m er ein av fyrstu finalunum.
Gloymdi heilt at siga at hylurin her í Canet er ein útihylur, og til venjing í gjár regnaði illa 🙁
Og tað sá ikki nakað serligt út í morgun tá ið Pál skuldi svimja innleiðandi 400m, her var grátt og kalt.
Men nú sær betur út, sólin er komin fram, og her eru einar 10-12 gradir heitari enn í gjár um ikki meira.
Fólk liggja og sóla sær runt um hylin her á hotellinum. Sjálvur eri eg eitt sindur brendur, so eg haldi meg vekk 😉
Góða eydnu til tykon øll í Íslandi.
Jón B. úr Canet.