Bara ein stutt heilsan úr higani av Hafnarfirði. Svimjararnir eru í hylinum, og alt stendur væl til. Her er ymiskt internet, men eisini onkrar proxy-setingar sum eg ikki heilt havi fingið skil á enn. Men tey eru blíð, so hetta verður skrivað á telduni í onkrum kontóri her, við boðum um at siga at Klaus gav mær loyvi, um onkur kemur eftir mær. Og á ja, úrslitini fara at kunna síggjast leypandi her á sh.lausn.is.
Har eru longu komin nøkur junior met í Íslandi.
Cecilia Eysturdal var frammanundan styrikismett sum nummar 2 í 200 frí og fekk megnaði at fáa silvur sum seniorur og gull sum juniorur. Samstundis setti hon nýtt føroyskt junior met við tíðini 2:13.14. Gamla metið var 2:15.56, sum Monika Biskopstø setti í Reykjavík í januar.
Poula Ø. Mohr setti nýtt junior met í 100 firvald innleiðandi við tíðini 1:09.57. Poula svam 4. bestu tíð og er sostatt víð í finaluni. Hildur á Fløtti átti gamla metið, sum var 1:10.78.
Birita Debes bøtti um sítt junior met í innleiðandi 50 rygg. Tað gamla metið frá januar var 31.18. Tað nýggja er 30.74. Birita svam skjótast í morgun og er tí í finaluni.
Tíðin hjá Biritu var undir teir 30.78 sum var seniormetið hjá Elspu Mørkøre frá evropeisku juniormeistarastevnuni í 2007.
Vit hava mist talið á metum og serliga juniormetum her yvir í Íslandi, so har er møguliga okkurt annað eisini … serliga frá í morgun eftir at eg sendi hatta SMS-ið til Bartal um fyrsta tíman.
Vit ætla okkum tí at seta okkum í kvøld at ganga úrslitalistarnar ígjøgnum. Um har verður tíð.
Sjálvt við tveimum skermum havi eg ilt við at fylgja við metunum, sum streyma inn úr Íslandi. Eg haldi, at medalju býtið er rætt, men eri ikki vísir í, hvussu nógv met eru sett.
Í síðstu kappigini í morgun setti Birita nýtt junior met í 200 rygg við tíðini 2:30.53. Hon fekk silvur í senior kappingini og gull sum juniorur.
Soleiðis er støðan í senior kappingini aftaná fýra finalur í morgun.