Pál Joensen varð í gjár nummar 5 í 400 metra frísvimjing, í finaluni á Mare Nostrum stevnuni í Canet í Fraklandi. Tíðin hjá Páli var 3:54.54, sum er umleið tað sama sum hann hevur svomið hesar seinastu nógvu dagarnar. Franski Sébastien Rouault vann gull við 3:50.97, tunesiski Oussama Mellouli silvur við 3:51.02, og kvartføroyingurin Dave Carry bronsu við 3:52.55.
At tað skuldi verða Sébastien Rouault sum vann nú í 400, ger tað enn meira spennandi í 1500 metra frí finaluni í dag, við tað at hann sambært tilmeldingartíðunum liggur beint eftir Pál, til at vinna bronsu har Melluli sambært styrkismetingini vinnur gull og Pál silvur. Tað kann væl hugsast at Rouault er eyka væl fyri eisini í 1500, og kann liva høgt uppá ikki at hava luttikið á stevnunum í Monaco og Barcelona.
Finalan í 1500 frí er nú einaferð seinnapartin, og til ber at fylgja við á www.natresult.com.