Enn einaferð ein lítil stubbi skrivaður í skundi, á veg til okkurt annað. Tit hava fingið tað mesta við í gjár, at vit gjørdust nummar 2 í evropameistarakappingini millum smátjóðir, og eisini fingu bæði nakrar senior- og juniorevropameistarar við á vegnum. Nøkur føroysk met og nógv juniormet.
Tá ið stevnan var lokin í gjár, fóru vit aftur á hotellið at skifta í heit klæðir, og so til gongu út at síggja hini á einum ‘gardenparty’ her í Hafnarfirði. Tað gjørdist ikki so ógvuliga drúgt, mest tí at har manglaðu stólar. So ein túr aftur og út aftur, og so í song tí at vit mugu gera okkum dælt av 50 metra hylinum her.
Eftir venjing ætla vit okkum at checka út higani av hotellinum, fyri so at fara til Reykjavíkar. Finna okkurt stað at seta baggaguna, og so kanska shoppa eitt sindur. Flúgvarin flúgvur kl 17 ella har á leið, og vit eru so heima kl 20.
A ja, tungt at skula ‘skunda seg spakuliga’ allan dagin í dag eisini.
Men nú eru vit komin heim, til og við at Tanja og Guðrun skuldu verið komnar við Smyrli eisini. Morgunvenjing, check-út, shopping og ferðing, frá einaferð tíðliga í morgun, til nú seint í kvøld.
Eg fari at hyggja upp á myndirnar í morgin.
Diddurnar hjá “mær” komu suður við okon 😉
Men tað var bara akkurát so at eg og Pál sluppu heim í dag, tað var bert vælvild frá einum flogskipara sum gjørdi tað hehe.
Tá ið okur lendu í Kbh í morgun var eingin trappa so at okur sluppu í land? Og so komu okur ov seint til bussin osv osv… Puha! Men sum sagt, flogskiparin á innanríkisflogfarinum valdi at lata okon sleppa við til Billund og tí siti eg heima beint nú. It’s all gyyyd, góða nátt. 😉