Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Teir ungu svimjararnir úr Føroyum vístu veruliga tenn á evropeisku meistarastevnuni fyri smáar tjóðir, sum var í Íslandi farna vikuskifti. Í seniorbólkinum vunnu tey 6 gull, 12 silvur og 6 bronsu, og í juniorbólkinum 15 gull, 9 silvur og 6 bronsu. Tilsamans gjørdust tey nummar 2 í liðkappingini, aftanfyri vertirnar Ísland, og settu hartil 6 føroysk met og 23 juniormet.
Hetta er einastandandi úrslit, serliga tá ið hugsað verður um at bara ein av teimum er fyrstaársseniorur, tvær eru fyrstaársjuniorar, og restin undir veruligan junioraldur. Tey vóru 8 úr Føroyum, í kapping ímóti einum liði á 35 úr Íslandi, 6 úr San Marino, 6 úr Andorra og einum úr Luxembourg. Tey svumu nógvar kappingar í part, og oftast bæði innleiðandi og finalu í hvørjari grein. Og tó so megnaðu tey at halda tørn og halda á, í tveir fullar dagar.
Talan er um enn eitt gott ættarlið av svimjarum, sum ikki fýrir fyri at venja og kappast einar 6 kilometrar um dagin, fyri síðani at møta til morgunvenjing mánamorgunin. Hóast tey ikki eiga langgeil at venja á í Føroyum, so tora tey at geva seg eisini í langa hylinum, kanska tí at tey eftirhondini so ofta hava verið til kappingar í Íslandi og Danmark.
Næsta Small States stevna verður í Andorra í juni 2012. Longu nú hósdagin fara svimjarar úr Havnar Svimjifelag og Suðuroyar Svimjifelag við Ægir til Danmarkar at kappast, á donsku meistarastevnuni fyri ung. Fyrst í juli verður norðurlendsk meistarastevna fyri ung í Noregi, mitt í juli evropeisk juniormeistarastevna í Finnlandi, og fyrst í august evropeisk meistarastevna í Ungarn.
Heiðursmerki
- 50 frí kvinnur: Guðrun Mortensen juniorsilvur, Birita Debes juniorbronsa
- 50 frí menn: Pauli Ø. Mohr bronsa, Magnus Jákupsson juniorbronsa
- 50 rygg kvinnur: Birita Debes gull og juniorgull
- 50 rygg menn: Magnus Jákupsson gull og juniorgull
- 50 bringa kvinnur: Tanja Skaalum bronsa og juniorgull, Turið S. Christiansen juniorbronsa
- 50 bringa menn: –
- 50 firvald kvinnur: Poula Ø. Mohr bronsa og juniorgull, Birita Debes juniorbronsa
- 50 firvald menn: Magnus Jákupsson gull og juniorgull
- 100 frí kvinnur: Cecilia Eysturdal bronsa og juniorsilvur, Poula Ø. Mohr juniorbronsa
- 100 frí menn: Magnus Jákupsson juniorbronsa
- 100 rygg kvinnur: Birita Debes silvur og juniorgull
- 100 rygg menn: Magnus Jákupsson silvur og juniorsilvur
- 100 bringa kvinnur: Tanja Skaalum gull og juniorgull, Turið S. Christiansen silvur og juniorsilvur
- 100 bringa menn: (eingin føroysk luttøka)
- 100 firvald kvinnur: Poula Ø. Mohr bronsa og juniorgull
- 100 firvald menn: Magnus Jákupsson silvur og juniorgull
- 200 frí kvinnur: Cecilia Eysturdal silvur og juniorgull
- 200 frí menn: –
- 200 rygg kvinnur: Birita Debes silvur og juniorgull
- 200 rygg menn: Magnus Jákupsson, silvur og juniorsilvur
- 200 bringa kvinnur: Turið S. Christiansen gull og juniorgull; Tanja Skaalum silvur og juniorsilvur
- 200 bringa menn: (eingin føroysk luttøka)
- 200 firvald kvinnur: (eingin føroysk luttøka)
- 200 firvald menn: (eingin føroysk luttøka)
- 200 blandað kvinnur: Turið S. Christiansen gull og juniorgull
- 200 blandað menn: Magnus Jákupsson bronsa og juniorsilvur
- 400 frí kvinnur: Cecilia Eysturdal silvur og juniorgull
- 400 frí menn: (eingin føroysk luttøka)
- 400 blandað kvinnur: (eingin føroysk luttøka)
- 400 blandað menn: (eingin føroysk luttøka)
- 800 frí kvinnur: Cecilia Eysturdal silvur og juniorgull
- 1500 frí menn: (eingin føroysk luttøka)
- 4×100 frí kvinnur: SSF silvur
- 4×100 frí menn: (eingin føroysk luttøka)
- 4×100 blandað kvinnur: SSF silvur
- 4×100 blandað menn: (eingin føroysk luttøka)
Føroysk met
- 50 rygg kvinnur: Birita Debes fyrst 30.74 í innleiðandi, síðani 30.69 í finaluni
– Elspa Mørkøre átti metið 30.78 frá evropeisku juniormeistarastevnuni í 2007 - 100 rygg menn: Magnus Jákupsson 1:00.19 í finaluni
– Kári J. á Høvdanum átti metið 1:00.68 frá evropeisku juniormeistarastevnuni í 2008 - 100 firvald menn: Magnus Jákupsson 58.54 í finaluni
– Pál Joensen átti metið 59.24 frá Reykjavík International Games í 2009 - 4×100 frí kvinnur: Guðrun Mortensen, Cecilia Eysturdal, Poula Ø. Mohr og Birita Debes 4:20.30
– Sára Ejdesgaard, Shaila millum Garðarnar, Elspa Mørkøre og Lisbeth L. Joensen áttu metið 4:26.94 frá SMÍ 2004 - 4×100 blandað kvinnur: Birita Debes, Tanja Skaalum, Poula Ø. Mohr og Cecilia Eysturdal 4:39.88
– Sára Ejdesgaard, Lisbeth L. Joensen, Elspa Mørkøre og Shaila millum Garðarnar átti metið 5:01.61 frá SMÍ 2004
Juniormet
- 50 rygg kvinnur: Birita Debes fyrst 30.74 í innleiðandi, síðani 30.69 í finaluni
– Birita átti sjálv juniormetið 31.18 frá Reykjavík International Games í januar - 50 rygg menn: Magnus Jákupsson 27.89 í finaluni
– kravtíð til at seta juniormet var her 28.05 - 50 bringa kvinnur: Tanja Skaalum fyrst 35.98 í innleiðandi, síðani 35.69 í finaluni
– kravtíð til at seta juniormet var her 36.88 - 50 firvald kvinnur: Poula Ø. Mohr 30.67 í finaluni
– Astrið Foldarskarð átti juniormetið 30.92 frá donsku meistarastevnuni í 2009 - 50 firvald menn: Magnus Jákupsson fyrst 26.12 í innleiðandi, síðani 26.05 í finaluni
– kravtíð til at seta juniormet var her 26.62 - 100 frí kvinnur: Cecilia Eysturdal fyrst 1:02.69 í innleiðandi, síðani 1:02.30 í finaluni
– Birita Debes átti juniormetið 1:03.10 frá heimsmeistarastevnuni í 2009 - 100 rygg kvinnur: Birita Debes 1:08.55 í finaluni
– Birita átti sjálv juniormetið á 1:09.38 frá Reykjavík International Games í januar - 100 rygg menn: Magnus Jákupsson fyrst 1:02.43 í innleiðandi, síðani 1:00.19 í finaluni
– kravtíð til at seta juniormet var her 1:01.35 - 100 bringa kvinnur: Tanja Skaalum fyrst 1:19.08 í innleiðandi, síðani 1:18.10 í finaluni
– Turið S. Christiansen átti juniormetið 1:19.03 frá Reykjavík International Games í januar - 100 firvald kvinnur: Poula Ø. Mohr fyrst 1:09.57 í innleiðandi, síðani 1:09.23 í finaluni
– Hildur á Fløtti átti juniormetið 1:10.78 frá Reykjavík International Games í 2009 - 100 firvald menn: Magnus Jákupsson 58.54 í finaluni
– kravtíð til at seta juniormet var her 1:01.54 - 200 frí kvinnur: Cecilia Eysturdal 2:13.14 í finaluni
– Monika Biskopstø átti juniormetið 2:15.56 frá Reykjavík International Games í januar - 200 rygg kvinnur: Birita Debes 2:30.53 í finaluni
– kravtíðin til at seta juniormet var her 2:33.57 - 800 frí kvinnur: Cecilia Eysturdal 9:39.42 í finaluni
– kravtíð til at seta juniormet var her 9:46.92 - 4×100 frí kvinnur: Guðrun Mortensen, Cecilia Eysturdal, Poula Ø. Mohr og Birita Debes 4:20.30
eingin átti juniormetið her - 4×100 blandað kvinnur: Birita Debes, Tanja Skaalum, Poula Ø. Mohr og Cecilia Eysturdal 4:39.88
– eingin átti juniormetið her
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu,
næstformaður
Magnus vann ikki silvur men gull í 50 rygg, og eisini juniorbronsu í 50 frí.
Gullið hevði eg longu talt við í heiðursmerkjaskurðinum, men yvirsæð á listanum. Juniorbronsan mátti teljast afturat … og tá ið eg so taldi, uppdagaði eg at eg hevði gloymt eitt annað eisini. So har vóru 6 juniorbronsur, heldur enn 4.
Luksus-trupulleikar, eg veit 🙂
Prátaði uppi í allatíð, eftir øllum at døma um gylta videotólið hjá mær
Eg skilti lítið og einki av tí sum hann segði, til hann segði “Tak eitt bílæt av mér og mammu!”
AAAAaaaaaaah ha ha ha ha ha ha ha ha ha ha :’-D
Tíðliga í hesari videoini, umleið tá ið tey hava svomið eina longd, og eftir at eg havi rópt eina løtu …
Eg hevði ikki peiling av hvat hann segði, og mutlaði tí bara eitt ella annað aftur í móti 🙂