Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Pál Joensen megnaði í vikuskiftinum at vinna bronsuheiðursmerki á altjóða Mare Nostrum svimjistevnuni í Canet en Roussillon. Hetta var í 1500 metrar frísvimjing, í harðari kapping við millum annað heimsmeistaran Oussama Mellouli, og ímóti langteinarum í heimsklassa sum ikki áðrenn høvdu svomið bæði í Monaco og Barcelona.
Pál kappaðist í 400 og 1500 metra frísvimjing, á hesi síðstu av trimum Mare Nostrum stevnum. Bæði hann og Mellouli vóru rættiliga slitnir, eftir at hava kappast longu fýra dagar uppá eina lítla viku, fyri síðani at skula kappast aftur tveir í Canet. Kinesarin Zhang hevði valt ikki at stilla upp á hesi stevnu, sum annars vann 400 og 1500 í Barcelona, og sum eigur heimsmetið í 800 metra frísvimjing. Men í staðin møtti til dømis franski Sébastien Rouault til start í Canet, sum í mun til Mellouli og Pál ikki hevði svomið hvørki í Monaco ella Barcelona, og sum fyrr hevur víst seg vandamiklan til dømis á Paris Open og EM í Istanbul í fjør. Umframt kvartføroyingurin David Carry, sum vann á Páli í 400 metra frísvimjing í Barcelona.
Pál megnaði at koma í finaluna í 400 frí leygarmorgun, og gjørdist síðani leygardag seinnapart nummar 5 í finaluni. Tíðin var 3:54.54, har franski Sébastien Rouault vann gull við 3:50.97, tunesiski Oussama Mellouli silvur við 3:51.02, skotski David Carry bronsu við 3:52.55, og tunesiski Ahmed Mathlouthi varð nummar 4 við 3:52.97.
Sunnudag var so finalan í 1500 metra frísvimjing, har hann aftur skuldi kappast ímóti Rouault, Mellouli, og Mathlouthi, umframt til dømis franska Anthony Pannier, eysturríkska Dominik Koll og suðurafrikanska Riaan Schoeman.
Franski Pannier legði harðast fyri, og førdi rættiliga greitt longu eftir 200 metrum, við Páli í hølunum og Rouault og Mellouli eitt sindur longri afturi. Eftir fyrstu 500 byrjaði munurin tó rættiliga skjótt at minka millum Pannier og Joensen, til Pál førdi við 900, 1000 og 1100 metrum. Men við umleið 1000 metrar byrjaði Mellouli at rykkja, og hálaði Rouault við sær, soleiðis at Mellouli yvirhálaði Pál og førdi við 1200, við Rouault sum nummar 2 og Pál sum nummar 3. Og umleið við 1300 yvirhálaði Rouault so endaliga Mellouli, fyri síðani at fara frá hinar teir síðstu 200 metrarnar. Við endaúrslitinum at Sébastien Rouault vann gull, Oussama Mellouli silvur og Pál Joensen bronsuheiðursmerki.
Rouault |
Mellouli |
Joensen |
Pannier |
|
---|---|---|---|---|
100 |
1:00.66 | 1:00.37 | 59.72 | 59.24 |
200 |
2:03.43 | 2:03.36 | 2:02.62 | 2:01.66 |
300 |
3:06.38 | 3:06.28 | 3:05.02 | 3:03.63 |
400 |
4:08.99 | 4:08.96 | 4:06.59 | 4:05.00 |
500 |
5:11.54 | 5:11.54 | 5:08.54 | 5:06.89 |
600 |
6:12.64 | 6:12.76 | 6:09.57 | 6:08.43 |
700 |
7:14.47 | 7:14.56 | 7:11.05 | 7:10.12 |
800 |
8:16.00 | 8:15.90 | 8:12.53 | 8:12.34 |
900 |
9:17.33 | 9:17.06 | 9:14.46 | 9:14.60 |
1000 |
10:18.71 | 10:18.22 | 10:16.97 | 10:17.12 |
1100 |
11:19.18 | 11:18.64 | 11:18.29 | 11:18.80 |
1200 |
12:20.21 | 12:19.96 | 12:20.51 | 12:20.90 |
1300 |
13:20.55 | 13:20.65 | 13:22.43 | 13:23.16 |
1400 |
14:20.29 | 14:20.66 | 14:24.04 | 14:25.72 |
1500 |
15:16.34 | 15:20.37 | 15:23.36 | 15:27.29 |
Tíðirnar á Mare Nostrum hava yvirhøvur verið slakari enn tá ið tey sluppu at svimja við sokallaðu superdraktunum í fjør. Men fyri okkum í Føroyum er tað gleðiligt, at Pál faktiskt liggur betri fyri í kappingini við allarbestu svimjarum í heiminum, enn tá ið teir í fjør svumu í hesum superdraktum. Pál hevur nú staðfest heimsstøði, sum verður váttað til dømis av størsta svimjiblaði í heiminum, SwimmingWorld Magazine, tá ið tey eftir teir 1500 í Barcelona í síðstu viku skrivaðu: “Pal Joensen of the Faroe Islands, who has continued to find a cult following online after reaching world-class status from such a small country, took fourth in 15:24.28.”
Nú er Pál komin heim at venja eina tíð, áðrenn hann tann 3. juli skal luttaka á “The Great London Swim”, ið er ein 1 míl lang havsvimjing við Royal Victoria Dock í London. Hetta er ein túrur har arrangørarnir betala fyri ferðing og uppihaldi og øllum hjá Páli, afturfyri at hann vil kappast ímóti heimsins bestu havsvimjarum. Ein staðfesting av støðu hansara sum ein ið er verdur at satsa uppá.
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu
Sær ógvuliga áhugavert út, og verður eftir øllum at døma sjónvarpað
http://www.greatswim.org/Events/British-Gas-Great-London-Swim/Default.aspx
Her er ein pepp-video:
http://www.greatswim.org/TV/Highlights_London.aspx