Dansk ÅrgangsMesterskab var sum kunnugt í vikuskiftinum, har svimjarar úr Ægir, Havnar Svimjifelag og Suðuroyar Svimjifelag luttóku allir fyri Ægir. Tey kappaðust uttanfyri sjálva meistarastevnuna, og vóru tí ikki við í kappingini um at gerast danskir meistarar. Men fyri tað er møguligt at samanbera tíðir, har vit millum annað síggja at Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag var klárt skjótari enn nakar dani í 400 frí í sínum árgangi, við tíðini 4:15.43 í mun til at skjótasti dani svam 4:17.06. Annars vóru úrslitini tíverri eitt sindur svingandi, sum tit kunnu lesa meira um á heimasíðuni hjá Suðuroyar Svimjifelag.
Óli Mortensen betraði seg meira enn 2 sekund í 100 rygg, og Markus Joensen næstan 6 sekund í 200 blandað
http://havnarsvimjifelag.com/index.php?id=113