So eru føroyingar aftur í Hafnarfirði

Klaksvíkingar vóru ikki meira enn komnir heim frá Danske ÅrgangsMesterskaber í Gentofte, so fóru summi ella øll av teimum aftur til Íslands, á venjingarlegu. Ein partur av venjingarleguni er luttøka á íslendsku meistarastevnuni fyri Ung, AMÍ 2010, sum verður í Hafnarfirði nú 24. – 27. juli 2007.

CIMG3511

Føroyingar sum luttaka har eru Victoria Wigant Eysturdal, Erla Christiansen, Ásbjørg Hjelm, Ólavur Johannesen, Ronja Eysturdal, Signhild Joensen, Jákup Eysturdal og Maria á Høvdanum, øll úr Ægir. Aldurin á teimum er millum 10 og 13 ár, og styrkismetingin millum at vera til tíðir heilt fremst, og til tíðir aftarliga í kappingini. Og hesuferð eru teir altso offisellur partur av kappingini, í mun til at tey á DÅM svumu ‘uttanfyri kapping’.

Sí startlista her á sh.is.

AMÍ er árliga “AldursflokkaMeistaramót Íslands”, á langgeil. Heimasíðan hjá kappingini í ár sæst her á sh.is.

One thought on “So eru føroyingar aftur í Hafnarfirði”

  1. tey sum eru við á ferðini eru ikki tey somu sum vóru til DÅM, men 2. lið,
    tey eru: Jákup Eysturdal, Òlavur Johannesen, Signhild Joensen, Ronja Eysturdal, Viktoria Eysturdal,Viktoria Biskopstøð, Maria á Høvdanum, Erla Christiansen og Àsbjørg Hjelm, og koma hesi øll at luttaka til kappingina á Hafnafyrði 25-27.06

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.