Nevndin í Skive Svømmeklub Poseidon kallaði herfyri inn til eykaaðalfund, av tí at ein stórur hópur av foreldrunum hjá bestu svimjarum har vóru ónøgd við, at felagið vildi slíta úrvalssamstarvið við Viborg Svømmeklub. Foreldrini ætlaðu at velja seg inn í stjórnina í felagnum, men fingu tá á aðalfundinum at vita, at einans nevndin og aktivir limir yvir 16 ár kundu atkvøða. Og við tað at svimjararnir eftir øllum ikki vóru har, ella vóru ov ungir, so kundi nevndin velja seg sjálva inn aftur.
Foreldrini hava nú klagað til danska svimjisambandið, tí at tey ikki halda at nevndin í felagnum kann roknast sum ‘aktivir limir’, um ikki tey sjálvi eru tað. Danska svimjisambandið sendi so klaguna víðari til kærunevndina hjá Danmarks Idræts-Forbund. Men í miðlar tíð hava so gott sum allir úrvalssvimjarar í Skive Svømmeklub meldað seg út, fyri heldur at melda seg inn í Viborg Svømmeklub. Les her á SwimNews.dk og her í Skive Folkeblad.