Danska TrygFonden rópar varskó, nú nýggastu hagtøl yvir druknivanlukkur í Danmark eru klár. Vanliga hava tey bara hugt at teimum vanlukkum har onkur doyði, men nú hyggja tey eisini at øllum teimum sum hava verið á sjúkrahúsi vegna druknivanlukku, men sum yvirlivdu. Og tølini vísa at 44% av teimum sum verða viðgjørt á sjúkrahúsi eftir drukning eru børn undir 15 ár. Tað eru eini 231 børn í Danmark í tíðarskeiðnum 2001-2008, harav 19 doyðu. Og tað er alt ov nógv, heldur TrygFonden.
Ráðini eru einføld, at børn fyrst og fremst ongantíð mugu vera einsamøll, tá ið tey eru nær vatni. Og tað er væl at merkja øll støð har vatn er, tí hagtølini vísa at pinkubørn millum 0 og 1 ár drukna í baðikari, 1-4 ára gomul í hesum uppblásiligu hava-svimjihyljunum og fiskidammum, og 5-14 ára gomul í sambandi við baðing og svimjing. Tað gongur skjótt at drukna, og børnini skulu tí vera undir uppsýni allatíð meðan tey eru nær vatni, um tað so er í heiminum, havanum, í hylinum ella á strondini. Og foreldrini skulu í vatnið saman við børnunum.
Og so haldi eg at eg (Rókur) vil líka loyva mær at pointera tað baðiráð sum danir seta ovast á sín lista: Lær at svimja!
Hagtølini síggjast her á www.trygfonden.dk
Keldur: NordJyske og www.simma.nu. Sí eisini www.trygfonden.dk og www.respektforvand.dk