Open Water Svimjing á Jóansøku í Vági

Open Water Svimjingin á Jóansøku verður fríggjadagin 25. juni í Vági kl.17:00

vatnid2

Tað er Vatnið í Vági sum verður karmur um svimjingina. Vatnið er ikki so kalt sum sjógvur, inniheldur ikki salt, og so ber tað til at trakka á botnin næstan allan teinin har svimjingin verður. Teinurin verður knappar 1000m. Start og Mál er har sum lítla bátahavnin til modelbátar er. Hetta er í tí endanum av vatninum har vøllurin hjá FC Suðuroy er. Her er sandbotnur og tað ber til at ganga út til ein byrjar at svimja.

Teinurin verður merktur upp, og svomi verður runt Vatnið.

Hevur tú hug til at royna teg, so er at skriva til Jón Bjarnason á susvim [kurla] gmail.com

Ella ring á 22.33.57 Seinasta freist at melda seg til er tórskvøldi 24. juni kl.24:00

Kostnaðurin er 100kr, tykur gjalda fríggjadagin á staðnum árenn byrja verður.

9 thoughts on “Open Water Svimjing á Jóansøku í Vági”

    1. Uttast venda øll í einum størri hálvum “cirkli” so har koma uml 100m uppí.
      Vatnið er djúpast í tí endanum, og tað ber til at svimja nærri “kantinum” (skal eg siga sum svimji venjari hehe)

      Okur fara at leggja boyjir út so eingin verður í iva um hvar í ein skal svimja 🙂

      Krokodillurnar sum koma upp frá ósanum koma so til at avgera hvussu skjótt fólk svimja 😉

      1. Um tað er so grunt sum tú sigur, so sær tað út til at tit fáa fresa ‘strandkantin’ væl og virðiliga upp 🙂

        vatnid-i-google-earth-2

        1. Dugir tú ikki at síggja tað fyri tær, Hestoy á øllum 4 grulvandi tí hann hevur so langar armar 😉

          *** Breaking News***
          Nessie spotted in a lake in the Faroe Islands

  1. Ja “onkur” hevur hugna sær 😉

    Annars verður heitt og nógv sól siga teir veðurkønu, so okur leggja flótubrýr út, og seta sólsengur á… hetta verður stak gott, okkurt til øll, ja kanska Bartal reserverar eina sólsong beinavegin? 😉

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.