Svimjing.com fingið Twitter shoutbox

twitter-svimjingOK, so royna vit aftur við onkrum svimjing-status-tingi. Havi sett ein kassa inn her í høgra síðubjálka, sum vísir øll boð á Twitter við frámerki #svimjing. Tað vil siga, at um onkur skrivar okkurt á Twitter við teksti “#svimjing” í boðunum, so sæst tað automatiskt her á www.svimjing.com. So fáa vit at síggja hvussu tað fer at spæla av 🙂

Tankin er, at fólk so lætt sum gjørligt skulu kunna senda boð til dømis frá fartelefonum av, til lesararnar her á www.svimjing.com. Til dømis á ferð gjøgnum Evropa, ella frá kantinum í onkrari svimjihøll. Tíverri eru flestu føroyingar á Facebook heldur enn Twitter, og funkan tí ikki heilt so uppløgd sum um hon var gjørd við hjálp av Facebook. Men soleiðis er tað nú einaferð … kanska eg ein dag finni eina líknandi loysn sum brúkar Facebook, ella kanska enn betur eina loysn sum er felags fyri báðar skipanir.

Vandin er sjálvsagt rættiliga stórur, fyri at hatta verður bara ein kassi við spam og ljótum orðum frá anonymum Twitter-brúkarum. Men denn tid den sorg … eg brúkti onga tíð um hetta, og tað er ein handavending at taka kassan av aftur heimasíðuni.

Soe … leggið eini boð á Twitter við hashtag #svimjing, um tit hava onkur snarboð at fortelja lesarum her 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.