Nú leygardagin 3. juli fara eini 5000 at svimja 1 enskan míl í ánni við Royal Victoria Dock í London, í árligu “Great Swim” kappingina har. Bretar skriva um “Ones to watch” her á greatswim.org, at úrvalshópurin í ár er “Best ever elite men’s field”, og lista so upp 12 nøvn harav Pál er tann eini.
Nøvnini eru Thomas Lurz (GER), Dave Davies (GBR), Jan Wolfgarten (GER), James Goddard (GBR), Ky Hurs (AUS), Brenan Chapell (AUS), Peter Stoychev (BUL), Tom Vangeneugden (BEL), Dan Fogg (GBR), Pál Joensen (FAR), Michael Gunning (GBR) og Loic Branda (FRA).
Av hesum er serliga Thomas Lurz nærmast ósárligur, sum forsvarandi Great London Swim meistari, 8 ferðir heimsmeistari í havsvimjing, osfr osfr. Jan Wolfgarten er eisini seriøst góður, sum havsvimjarin ið megnaði at vinna á øllum 1500 metra spesialistunum í kappsvimjingarhyli á EM í Istanbul í desember. Og so ein sum Petar Stoychev, ið hevur vunnið samlaðu Open Water World Championships røðina átta ferðir.
Sovorðin Open Water svimjing sum hendan í London nú leygardagin er nakað heilt, heilt annað enn kappsvimjing í svimjihallum, tí at opna vatnið er náttúrliga meira ókontrollerað, tí at tað er so nógv torførari at navigera, og tí at svimjararnir her ikki hava hvør sína geil at svimja á.
Tað er tí ikki bara ein spurningur um at kunna svimja skjótt, men eisini um at hava flair fyri at kunna finna stytstu leið, at duga at spara kreftir við at lata aðrar føra ann … og kanska eisini hava flair fyri at fáa hinar eitt sindur niður við nakkan viðhvørt, tá ið høvi býðst og dómarin ikki hyggur.
Fylgið við á www.greatswim.org, umframt sjálvsagt her á www.svimjing.com
Har man nógv løgið hava runnið út í hatta vatnið, mitt í London, uttan at tað kundi skola burtur aftur 🙂
View Larger Map
Er eitt sindur meira enn 1½ kilometur til longdar. Altso ein sprintur fyri nógvar av teimun sum eru við.
Annars sigar teir á http://www.greatswim.org at Royal Victoria Dock, síðan stórar umvælingar, er reint nokk til at svimja í. Vatnið er testa fyri alt “løgið” 😉
Eingilskmenn og teirra ‘imperial’ mátieindir
les: tey halda seg hava fingið øll mafia-líkini upp 🙂
“The elites have just had a practice swim in the Royal Victoria Dock and pronounced the conditions to be absolutely perfect.”
Pál sigur at har var fínasta slag at svimja, og hann hevur fingi eina sera góða drakt sum passar ordiliga gott.
Hann heilsar, og ynskir teimun í Dammen góða eydnu.