Meðan vit her í Føroyum niðurleggja svimjihyljar á skúlum, so hava tey í Bretlandi eitt átak kallað “Pools 4 School“, har tey seta fyribils svimjihyljar upp í skúlum har eingin er, og so læra børnini tað sum tey kallað “A Life Skill … something that is absolutely fundamental to your life going forward!”. Nevniliga at duga at svimja.
Í Bretlandi lærir 1 út av 5 skúlabørnum í ‘primary school’ ongantíð at so mikið at svimja, at tey kunnu klára “the National Curriculum target”, sum er at svimja 25 metrar uttan hjálp. Tað er tí hetta tey royna at hjálpa uppá, við at seta ein hyl upp í hvørjum øki eina tíð, og so hava skeið til at læra børnini so mikið at svimja, at tey kunnu klára hasar 25 metrarnar.
Í Føroyum hava vit so vítt eg veit hvørki hagtøl, krøv ella ynski um svimjievni hjá skúlabørnum. Tað stendur ella hevur staðið onkunstaðni í reglum ella leiðbeiningum til fólkaskúlan, at børnini skulu fáa svimjiundirvísing, men tó so finnast nógv øki har hendan undirvísing er mestsum symbolsk, sum tá ið Nólsoyingar fara til Havnar at svimja eina tríggjar ferðir um árið.
Vit í kappsvimjingini vita, at tað hevur avgerandi týdning fyri svimjievnini hjá børnunum, at tey lætt sleppa regluliga í ein svimjihyl, um tey veruliga skulu læra at svimja. Og tendensurin er altso, at hylurin skal vera á sjálvum skúlanum, um svimjararnir skulu teljast millum tey veruliga grovu.
Til dømis eru nøvnini á svimjarum sum vit kenna frá Havnar Svimjifelag næstan uttan undantak nøkur sum hava gingið í Argja skúla ella á Eysturskúlanum, meðan børnini í Nólsoy mær vitandi ikki finnast í felagnum yvirhøvur. Undantøkini finnast, sum til dømis oyggjaleikasvimjarar úr Rituvík, og onkur nýggj stjørna úr Kommunuskúlanum í Havn. Men generelt er tað tá tí at tey og foreldrini hava havt møguleika og vilja at finna aðrar loysnir, enn tað sum skúlaverkið veitti.
Áhugaverd útsøgn á http://www.totalswimming.co.uk
The Pool
By employing leading pool technology this enables us to build swimming pools in almost any space. In 5 days the Total Swimming build team can construct a fully functional swimming pool. A typical pool is 12 metres by 6 metres and 1 metre deep, the optimum size for teaching a primary school class to swim.
http://www.totalswimming.co.uk/temporary-pools/pools-4-people/