Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag megnaði í morgun at svimja seg til nýtt føroyskt met, føroyskt juniormet og bronsuheiðursmerki á Norðurlendsku Meistarstevnuni fyri Ung, sum er í Drammen í hesum døgum. Tíðin hjá Magnusi var 2:11.26, har føroyska metið hjá Kára J. á Høvdanum var 2:12.62 frá Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í Beograd í 2008, og kravtíðin til at kunna seta føroyskt juniormet var 2:11.99.
Ein væl úr hondum greiddur 200m. Um ein hugsar hvussu 100m var, so var hetta eitt fragd at síggja. Tað seinasta úthaldni er ikki her beint nú, til tað manglar óiva fleiri venjingar í 50m hyli, og so fleiri royndir har hann verður pressaður til at geva ALT uttan at gera feil. Tillukku Magnus.