Nýtt føroyskt met í 4×200 frí hjá kvinnum

Tær fýra Cecilia Eysturdal, Tanja Skaalum, Turið S. Christiansen og Guðrun Mortensen meira ella minni sorlaðu føroyska metið og landsliðsmetið í 4×200 metra frísvimjing, á Norðurlendsku Meistarastevnu fyri Ung, sum hevur verið í Drammen í hesum døgum. Tíðin hjá teimum var 9:18.40, har føroyska metið hjá Shailu millum Garðarnar, Elspu Mørkøre, Lisbeth L. Joensen og Sáru Ejdesgaard frá SMÍ í 2004 var 9:54.55. Altso ein betring uppá 36.15 sekund, hjá hesum fýra gentunum árgang 1996 og 1997, harav tvær verða veruligir juniorar næsta ár, og tvær verða tað fyrst um tvey ár. Tíðin er eisini føroyskt juniormet, við tað at tær eru nóg ungar.

4x200frí

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.