Diana Nyad úr Florida er í løtuni í ferð við at svimja 24 tímar út-í-eitt í havinum við Florida, sum fyrireiking til seinni í summar at svimja 103 miles (t.e. 165.7 km) úr Cuba til Florida. Í 70-unum svam sama dama 102.5 miles (164.9 km) úr Bimini á Bahamas til Florida, sum í øllum førum tá var tað longsta ið nakar hevði svomið á havinum; og varð afturfyri tað umframt eina rúgvu av øðrum langteinasvimjingum heiðrað við upptøku í “The International Swimming Hall of Fame“. Til í fjør hevði hon ikki svomið éitt tak í 31 ár, men svimur nú hetta við grundgeving: “Because I’d like to prove to the other 60 year olds that it is never too late to start your dreams.”
Tað er eitt sindur fløkjasligt at fáa staðfest akkurát nær hon svam handan teinin úr Bimini til Florida, við tað at “The International Swimming Hall of Fame” sigur 1972, meðan hennara egna heimasíða sigur 1979, og hon í videoini her omanfyri sjálv sigur 1978. Men hon svam so hendan teinin umframt millum annað í 1975 at seta skjótastu tíð nakrantíð í svimjing runt Manhattan Island. Í 1978 royndi hon at svimja teinin frá Cuba til Florida, men mátti gevast eftir í næstan 42 tímar at hava stríðst ímoti vindi, streymi og aldum.
“International Swimming Hall of Fame” sigur at hon sum heilt ung var ein evnaríkur svimjari, sum millum annað bleiv Florida State High School Champion í 100 og 200 yard ryggsvimjing. Men hennara olympisku dreymar vórðu oyðilagdir av einum umgangi av “viral endocarditis” (okkurt slag av virusígerð í hjartað), og í 1970 legði hon so um til open water svimjing. Og svam so yvir 10 ár marathon-teinar á Lake Ontario, í Suez kanalini, á Nílánni, við strondina í Mexico, á Parana ánni í Argentina, við Great Barrier Reef í Avstralia, og aðrastaðni.
Men at enda var hon so ógvusliga útbrend av svimjing, at hon sambært sínari egnu heimasíðu hevði lovað sær sjálvari ongantíð at taka eitt tak afturat. Til tá ið hon nú nærkaðist 60, og fór at spekulera uppá hvat ið hon hevði megnað í lívinum. Ella sum hon sigur í fyrstu video her, at hon følir at hendan éina svimjingin úr Cuba til Florida var tað éina sum hon ikki megnaði.
Until a year ago, I hadn’t swum a stroke for 31 years. Swimmer’s burnout gripped me to the point that I could have sworn I would never, ever swim a lap again in my life. But approaching 60 last year threw me into the existential angst of wondering what I had done with my life. I felt choked by how little time seemed left. I started swimming a few laps, just to take some pressure off the knees from all the other activities I enjoy.
My workouts escalated. My motivation started to burn like a fire in my soul. One day I was driving, after a long swim, and I stopped and looked hard in the rearview mirror. And I said to myself: This is one dream I actually could go back and achieve. At 60, I could swim from Cuba to Florida. This time, without a shark cage.
Til ber at fylgja við svimjingini hjá Diana Nyad á www.diananyad.com. Í 70-unum svam hon í einum hávabúri, men nú skal tann parturin eftir øllum at døma klárast við onkrari elektroniskari útgerð í fylgibátinum.
Hvat kemur hon 3 metrar uppá hvørt takið?
einar 3-400 Cubanar svimjandi aftaná hana fyri at fáa US Citizenship 😉
Av Twitter …
@ryanwasley Pulled out of the water @ 819am, exactly 24-hours after she started! In good spirits!less than a minute ago via HootSuiteDiana Nyad
diananyad
Sjálv sigur hon um túrin …
to break monotony, I was singing Bob Dylan’s “Times They Are A-Changing” in the water!less than a minute ago via HootSuiteDiana Nyad
diananyad
Tað er nú eisini ein rættiliga hóskandi sangur …
Come gather round people wherever you roam
and admit that the waters around you have grown
And accept it that soon you’ll be drenched to the bone
If your time to you is worth saving
Then you’d better start swimming or you’ll sink like a stone
For the times they are a changing!