Birita Debes skal sum kunnugt kappast á evropeisku juniormeistarastevnuni í Helsinki, sum verður nú mikudag til sunnudag 14. – 18. juli 2010. Ferðaleiðarin Jórun Eið Johannesen heilsar fyri løtu síðani úr Helsinki, at tey trý Birita og venjarin Petur Heðin á Fløtti eru komin fram í øllum góðum.
“Ferðin gekk væl, men vit vórð ferðamóð, so vit løgdu okkum beinanvegin, tá ið vit komu á Holiday Inn. Í morgun vóru vit úthvíld og væl fyri. Eftir at Birita vandi bæði í morgun og seinnapartin, gingu vit okkum ein lítlan túr her rundanum í góðveðrinum. Fyrr í dag vóru 36 hitastig, men nú eru bara 29. Her er kl 10, so vit tørna inn nú.”
Birita skal kappast í 200 rygg mikudag, 50 rygg fríggjadag, 50 frí og 100 rygg leygardag, og 50 firvald sunnudag. Vit fara sjálvsagt at fylgja so væl við sum gjørligt her á www.svimjing.com; og annars ber til at fylgja við á www.helsinki2010.fi og www.poltiming-live.com
Hvat er Jórun von við? 😉