Nú árið 2010 er hálvrunnið, kunnu vit staðfesta at ‘superdraktirnar’ veruliga gjørdu mun, og at tað tískil er nógv torførari at seta met. Einki heimsmet er sett enn í ár, í mun til 66 á langgeil og 73 á stuttgeil í fjør, og heldur einki evropamet. Danir hava sambært scmsom.se sett éitt danskt seniormet, tá ið Mathias Gydesen í apríl svam 54.66 í 100 rygg í USA. Svenski Simon Sjödin hevur sett tvey svensk seniormet í 200 og 400 blandað, í Amsterdam í mars mánaða. Norðmenn hava sett 4 norsk, finnar 2 finsk og íslendarar 2 íslendsk. Men føroyingar, teir hava hesa somu tíð sett í øllum førum 20 føroysk seniormet á langgeil og 11 á stuttgeil, umframt 51 føroysk juniormet á langgeil og 43 á stuttgeil.
Men fyri tað kunnu vit væl fegnast um, at tað enn gongur framá hjá serliga kvinnum men eisini monnum, hóast at ‘superdraktirnar’ vórðu bannaðar her við byrjan av 2010. At metini nú í flestu førum eru betran av metum sum vórðu sett í hesum superdraktum í fjør, og at svimjararnir sum heild eru avbera ungir, ið seta sjálvt seniormet. Viðvíkjandi seniormetum á stuttgeil er ikki neyðugt við nakrari umbering, tí hesi hava føroyskir svimjarar kappast um líka aftur til tá teir itu Elmar Ósa og Martin Venned og teir. Ein svimjari sum Magnus Jákupsson prógvar at tað ber til at svimja skjótt eisini í stuttibuksum, og ein svimjari sum Birita Debes at man væl kann svimja skjótari á lítlum stevnum sum í Hafnarfirði í ár, hóast man í fjør svam í Jaked á heimsmeistarastevnu í Rom.
Framtíðin er bjørt, enn, og vit nærkast hinum.
Hasin listin her omanfyri var ikki heilt líkatil at gera, viðvíkjandi seniormetunum, og tað kann tí væl hugsast at onkur feilur er. Eg haldi meg hava eftirkannað væl at nevndu seniormet veruliga vóru met, men ikki so væl um okkurt er yvirsæð.
So komið endiliga við rættingum, um okkurt er.
Handan har heimasíðan http://www.scsom.se listar ikki (enn) upp føroysku metini, men hinvegin vist nokk øll met sum hesin ídni svenskari kann finna, runt um í heiminum. Og tey eru so í løtuni 56 tilsamans, á langgeil og stuttgeil.
http://www.scmsom.se/records/Newest%20Records.htm
Til samanberingar hava vit føroyingar sett 31 seniormet, og listin verður tí víðkaður við væl og virðiliga helvtini, um vit skulu á hann eisini 🙂
Hevði yvirsæð metini hjá Ægir frá Danske ÅrgangsMesterskaber 2010, hóast tey eru fráboðað til SSF. Sorry. Møguliga manglar eitt afturat, sum eg bara ikki heilt veit detaljurnar um.
Rætti nú tølini her omanfyri, til at passa betur.