Pál og Pauli eru sum kunnugt í Canet á venjingarlegu upp undir EM í Budapest, har hendan myndin varð tikin. Jon Hestoy er longu í Balaton nær Budapest, har hann í gjár sum altjóða dómari í “open water” svimjing sá Thomas Lurz vinna gull á 10 km teininum. Í morgin fara Pál, Pauli, Thurid og Jón til Budapest via Prag, og í ovurmorgin fari eg so sjálvur eisini til Budapest via Keypmannahavn.
[Íslendska og føroyska liðið í Canet. Frá vinstru Jacky Pellerin, Jakob Jóhann Sveinsson, Pauli Ø. Mohr, Pál Joensen, Jón Bjarnason og Thurid Kjærbo]
Tey hava vist nokk enn loyvi at brúka okkurt slag av heildrakt í “open water” svimjing, við umbering at man jú kann møta lefsum (brandmonnum) og líknandi á sjónum. Men Lurz valdi altso at svimja bara í buksum.
http://www.welt.de/sport/article8813810/Thomas-Lurz-schafft-EM-Titel-Hattrick-ueber-10-km.html
http://www.swimnews.com/news/view/7910