Michael Phelps kappast í hesi viku á US Nationals, men er sambært honum sjálvum og venjaranum Bob Bowman “under-prepared”. “If we wanted him to swim into London, we had to have this year,” sigur Bowman um ætlanirnar hjá Phelps at kappast til og við OL í 2012, men við hesum ári sum eitt slag av fríár. “Otherwise, he wouldn’t have made it”. Les grein hjá AFP her.
Phelps vann 200 firvald, men vinnaratíðin hjá honum var 1.56.00 í mun til heimsmetið hann setti í Rom í fjør (1.51.51). Phelps var seinur av skamlinum og vendingin við 100 m var alt annað enn góð. Sí video á play-listanum hjá Swimnetwork (2010 National Championships – Men’s 200m Butterfly A Final).