Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Pál Joensen megnaði í dag at svimja seg víðari til finaluna í 1500 metra frísvimjing, á evropameistarastevnuni í Budapest. Hetta enntá við næstskjótastu tíð av øllum, uttan at hann veruliga spílaði seg út.
Tíðin hjá Pál var 15:04.05, sum er skjótasta tíð hann nakrantíð hevur svomið í stuttibuksum. Føroyska metið á 15:02.80 er heldur ikki so langt burtur, sum hann svam í superdrakt á donsku meistarastevnuni í 2009.
Uppgávan var annars rættiliga trupul hjá honum, at hann skuldi svimja skjótt í fyrsta riðli av trimum, til at gerast millum teir átta sum sleppa í finaluriðilin í morgin. Her er sjálvsagt altíð betur at svimja í seinasta riðli, so at man veit hvat teir undanfarnu hava svomið, men Pál og teir máttu altso leggja støðið.
Jón Bjarnason venjari hevði tí givið honum boð um at royna eftir tíðina 15 minuttir og 5 sekund, umframt tað sum nú kravdist til at vinna riðilin. Tað vísti seg at Pál var so nógv sterkastur av teimum sum svomu í fyrsta riðli, og hann kundi tí uttan órógv fara eftir kravtíðini frá Bjarnasyni, sum hann eisini lættliga kláraði.
Næsti riðil kláraði ikki at svimja so mikið skjótt, ella valdi at svimja spakuligari við sats um tó so at sleppa í finaluna. Men í triðja riðli lirkaði italski Samuel Pizzetti við tíðini 15:03.32 seg niður um tíðina hjá Pál, so at Pál endaði við næstbestu tíð av teimum 21 svimjarunum í innleiðandi riðlunum.
Sostatt skal Pál Joensen svimja 1500 metra frí finalu á evropameistarastevnuni í Budapest, í morgin klokkan 16:00 føroyska tíð. Málið hjá Svimjisambandinum er rokkið, men dreymurin er sjálvsagt heiðursmerki.
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu
Budapest
Intern joke her í Budapest 🙂
Um tit troyttast av filtrinum her á svimjing.com, so er sanna søgan at lesa á http://www.susvim.com !
Ungarski forsetin per 6. august 2010 eitur Pál Schmitt. Pál vann OL gull í fikting í 1968 og 1972. Haraftrat er Pál Schmitt ES varaforseti. Í Youtube brotinum setir hann EM.