Jón Bjarnason tók hesa myndina, beint eftir at eg hevði hevað 50.000 ungarskar forintar, ella umleið 800 føroyskar krónur. Myntfóturin verður styttur HUF, eftir ljóðinum á tannáringapápum tá ið teir mugu punga út.
Næstu mynd hevur mítt frálíka myndatól sjálvt tikið, av mær og okkara ógvuliga royktu pylsu, sum vit fingu frá ungarsku fyrireikarunum. Eg smílist til at fáa tólið at taka myndina, og altso ikki tí at eg eri so glaður fyri pylsuna !
Áðrenn tit koma alt for gott í gongd, so kann eg bara viðmerkja, at kjansurin fyri at Pál fær lut í pengunum gerst minni og minni, tess fleiri spurningar sum verða settir til nýtsluna !
(kidding 🙂
Ótrúligt at hatta kameraði tímir at taka mynd av einum manni, sum posérar við einari royktari pylsu.