Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Á triðja degi av evropeisku meistarastevnuni í kappsvimjing megnaði Pál Joensen tað sum vit bara tordu at droyma um, at vinna heiðursmerki eisini sum senior. Tíðin 14:56.90 er nýtt norðurlendskt seniormet, og triðbesta tíð í heiminum í ár.
Alt var á gosi við hylin í Budapest, av at síggja tann máta sum føroyingurin taklaði uppgávuna. Søgurnar eru mangar, men til dømis sat sjálvur Vladimir Salnikov og heppaði algoystur upp á Pál, sum í 80-unum vann millum annað tvífalt OL gull á 1500 metra teininum, og sum var fyrsti maður undir 15 minuttir í 1500 metra frísvimjing á langgeil.
Eftir kappingina kom gud og hvør maður yvir til serliga Jón Bjarnason og Jon Hestoy, at ynskja til lukku og siga hvussu imponeraði tey vóru. Russar høvdu tulk við til at fáa sagt hvussu flott hetta var, og fraklendingar vóru skjótir at siga at Pál hevði vunnið kappingina, hevði tað ikki verið fyri Pizzetti.
Tí tað sum hendi var jú, at Pál legði hart út og helt høga ferð allan vegin, til at royna at slíta hinar upp. Fyrstu ferð í finalu á evropeisku seniorkappingini á langgeil, og bara annar tannáringur í riðlinum. Tað helt eisini langt, og slepti meginpartin av riðlinum langt afturum, men tíverri ikki heilt til at sleppa av við italska Pizzetti og franska Rouault.
Miðskeiðis í kappingini roynir Pizzetti so at taka tað aftur sum Pál var komin framum, og fekk eisini minkað munin til bara nakrar kroppslongdir eina løtu. Hann orkaði ikki hetta tempo allan vegin, men hevði roynda Rouault á sleip á alduni hjá sær, sum so kundi leggja á tá ið Pizzetti misti takið.
Franski Sebastien Rouault hevði ein fantastiskan síðsta 200 metur, sum gjørdi at hann ikki bara tók Pál aftur, men eisini legði seg nakrar kroppslongdir framum. Pál bíðaði sum ætlað til síðstu 50 metrar við at seta beinsparkið inn, og svam eisini teir síðstu 50 metrarnar skjótast av øllum, men tá var munurin tíverri ov stórur til at kunna taka gullið.
Men øll eru samd um at tað var Pál sum skapti kappingina, íroknað venjarin hjá Rouault. Øll eru samd um at hetta var ein tann harðasti mátin sum man yvirhøvur kundi velja at loysa uppgávuna uppá, og lønin varð tíbetur eisini eitt fantastiska flott silvurheiðursmerki.
Týski Paul Biedermann steðgaði eina góða løtu hjá Pál at tosa, tá ið Pál lá á briksini og fekk massagu eftir kappingina. Hann vann sum kunnugt gull í 200 og 400 frí á heimsmeistarastevnuni í Rom í fjør, har hann sum kunnugt morlaði Michael Phelps í teimum 200. Og hann vann gull í 200 nú beint eftir at Pál hevði svomið.
Danir hava verið og ynskt til lukku, og eisini fraklendingar, týskarar, norðmenn, sviar, íslendarar og øll møgulig. Mantran er “courage”, at tora at leggja út upp á handan mátan, og so klára at halda tempo allan vegin. Eingin man ivast í at Pál kann meira, og eingin kann ivast í at Pál er ein av teimum sum yvirlivdi tapið av superdraktum.
Nú hósmorgun skal Pál svimja innleiðandi 800 metra frísvimjing, og Pauli Ø. Mohr innleiðandi 100 metra frísvimjing. Málið hjá Pál er sjálvsagt at koma í finalu aftur; men uppgávan verður hørð, nú ein rúgva av frískum monnum koma upp í kappingina sum ikki svomu 1500. Pauli fer fyrst og fremst eftir persónligum meti, og kanska eftir metinum hjá Pál á 53.55 sekund.
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu
Budapest
Eg var kanska eitt sindur knorlutur í hasum um hvussu Pizzetti og Rouault vunnu inn á Pál. Og tori ikki at sitera alt ov nógv, tí tað bara er út í frá minninum, úr eini rúgvu av hendingum í gjár.
Men tað sum eg royni at skriva, er at Rouault fekk fyrimun av at liggja í kjølvatninum á Pizzetti. Hann (Rouault) legði seg heilt út til banatogið, og kundi so sjálvur velja nær hann legði síðstu orkuna í kappingina.
Og tað sum eg haldi meg minnast frá í gjár, er at venjarin hjá Rouault kom yvir til Bjarnason at ynskja til lukku, við orðunum “If it wasn’t for Pizzetti …”.
Ergerligt fyri okkum, at teir báðir Pizzetti og Rouault lógu á geil við síðuna av hvørjum øðrum. Hevði Rouault ligið á hinari síðuni av Páli, so kundu teir ikki brúka hvønn annan á handan hátt, og so hevði Pál vunnið.
Men soleiðis er tað jú … og um teir lógu hvør sínu megin, so var tað kanska onkur heilt annar sum fekk fyrimun.
Rætt hevur tú Rókur í tínari endurgeving. Lionel var sera imponaraður av tí sum hann sá í hylinum, og tað skuldi ein kombination til, Frakland + Italia fyri at vinna á Føroyum, Pizzetti ofraði seg, eins og teir gera í súkkling, har Rouault lá á aldini hjá honum til Pizzetti ikki kláraði at halda tað incredible tempo (Citat: Lionel Horter – Frakland) sum Pál tá hevði hildi í nærum 12 min. og tá gav Rouault alt tað hann hevði eftir, sjálvur var hann alla tíðina í yva um hann megnaði at svimja seg upp aftur til Pál. Men tað gjørdi hann, og restin er søga…
Bað Hestoy um nú eftirfylgjandi at krutlað okkurt niður av tí sum eg vísi her til omanfyri, so at eg ikki feil-siteraði tað fullkomiliga:
Í morgun á veg, út rópti Salnikov mær yvir. Ynskti okkum tillukku við stóru prestatiónini. So segði hann, aftur, He must come to my competition in Sct. Petersburg, free travel and free accommodation.
– Talan er um stóru altjóða Salnikov Cup stevnuni í Skt. Pætursborg, einaferð seint í desember.
Í gjár kom franski svimjiformaðurin yvir til mín eftir kappingina, rópti Nory yvir at umseta, og so helt hann eina lítla talu fyri mær, har orðið courage var brúkt ofta. Í stuttum var hann imponeraður yvir tað dirvi og áræði Pál hevði.
– Nory Kruchten er forsetin í evropeiska svimjisambandinum LEN.
Undir kappingini vóru nógv ið heppaðu fyri Pál millum annað segði Nancy Arendt Kemp, at hon sat saman við Salnikov beint aftanfyri franskmenninar og tey heppað av fullum hjarta fyri Pál.
– Og so flennti Hestoy, av tankanum um hvussu kempan Salnikov sat og rópti í nakkan á fraklendingum, sum jú sum kunnugt eisini høvdu ein mann í hylinum.