800 meturin í dag var snøgt sagt eitt fantastiskt upplivilsi, har menn løgdu sjúkliga skjótt út, og aðrir so tóku yvir. Estiski professarin Rein Haljand var skjótur at nevna fyri mær, á Coaches Clinic aftaná, at fyrst nú skilti hann hví avstraliarar vóru so glaðir fyri 800 meturin. At hann hevði alt, uttan at vera so drúgvur sum teir 1500, og so skjótt yvirstaðin sum tað stutta.
Nágreiniliga hvussu góður hesin 800 metur var, listar SwimmingWorld Magazine upp her á heimasíðu síni. Haldið fast, tað kravdi fimtbestu tíð í heiminum í ár, at gerast fimtbesti svimjari í finaluni. Ja netupp, tað merkir, at nummar 1 svam bestu tíð í ár, nummar 2 svam næstbestu, og so framvegis. Evropa eigur 800 meturin !
Á ja, gloymdi líka tann partin:
A terrific battle, one that ended with defending champion Gergo Kis (HUN) locked out on 7:51.93, 1,500m silver winner and history maker for the Faroes, Pal Joensen, fifth in 7:53.11 and Euro record holder Federico Colbertaldo (ITA) 6th in 7:54.84. The final was close with Mads Glaesner (DEN) on 7:55.80 and Gergely Gyurta (HUN) on 7:59.95 and ensuring the first sub-8min field in an event that was inaugurated only two years ago in Eindhoven.
http://www.swimnews.com/news/view/7960
Tit løgdu kanska til merkis, tá einaferð tá ið Pál úttalaði seg onkunstaðni alment um svimjingina hjá sær her í Budapest, at hann segði at 1500 meturin var sergreinin hjá honum.
Hetta var nýtt fyri meg, tí leingi hevur tað jú verið 800 meturin sum var besta grein hjá honum, til dømis á EJM í Beograd í 2008.
Men tað gevur fullkomiliga meining, tí mennirnir svimja ikki 800 á OL.