100 prosent succés í Budapest

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Pauli Ø. Mohr megnaði aftur í dag at svimja upp til sína bestu tíð, hesu ferð í 50 metra frí, og hevur sostatt saman við Páli betrað seg í øllum sum føroyingar yvirhøvur svomu í Budapest. Hetta er einastandandi úrslit, tá ið hugsað verður um at superdraktirnar nú eru burtur, og at flestu av hinum londunum tí hava stórar trupulleikar við at liva upp til gomul úrslit.

DSC00398

Pauli svam teir 50 metrarnar uppá 24.68 sekund, har hann fyrr hevur svomið 24.94 í svimjibuksum, og 24.68 í superdrakt. Pauli svam sostatt nágreiniliga somu tíð sum á evropeisku juniormeistarastevnuni í Prag í fjør, men hesu ferð í stuttibuksum. Ein tangering av síni bestu tíð í síni bestu grein, hóast flestu aðrir svimjarar í heiminum taka til takkar við verri úrslitum.

Saman um tikið svumu teir báðir 6 ferðir í Budapest; Pauli í 50 firvald, 100 frí, 50 bringu og 50 frí, og Pál í 800 og 1500 frí. Hvørja ferð megnaðu teir at svimja bestu tíð ella betur, sum garanterað er eindømi hjá nøkrum landi á stevnuni. Vanliga taka londini nevniliga til takkar við at ein meiriluti av teirra svimjarum kláraði at svimja bestu tíð, men her var tað altso báðir í øllum.

Evropameistarastevnan er av á hesum sinni, tá ið tað kemur til føroyingarnar. Pál Joensen er farin avstað á feriu í nakrar dagar, at kobla so nógv frá svimjingini sum hann nú einaferð kann, meðan restin av liðnum tekur sær av løttum í Budapest. Út at eta við íslendingum í kvøld, og so kanska inn at síggja síðstu finalur í morgin. Føroyska ferðaliðið minus Pál kemur heim aftur mánakvøldið 16. august.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

Budapest

One thought on “100 prosent succés í Budapest”

  1. Á ja, trý føroysk met, harav eitt var norðurlendskt, tvey finalupláss og eitt EM silvurheiðursmerki.

    Finnar vístu í gjár á, at vit tá vóru frammanfyri teir í heiðursmerkjum. Ahem.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.