Lotte vann bæði 800 og 1500 frí

Danska Lotte Friis vann beint nú finaluna í 1500 metra frí, á evropameistarastevnuni í Budapest. Hon vann eisini 800 metrar frí, fyrradagin, og er sostatt tvífaldur evropameistari í langteinasvimjing, hóast hon áðrenn stevnuna kallaði skránna fyri eitt “lorteprogram“. Trupulleikin við skránni á EM í Budapest er nevniliga, at bæði menn og kvinnur skuldu svimja 800 og 1500 metra frí innleiðandi og finalur uppá bara fýra dagar, heldur enn at spjaða tað út yvir teir sjey dagarnar sum hóast alt eru til kappingar her á EM. Tíðin hjá Lotte var besta tíð í heiminum í ár, sum aftur prógvar høga støðið í evropeiskari og norðurlendskari langteinasvimjing.

Budapest 2010 European Championships

[Heiðursmerkjavinnararnir í 800 frí, fyrradagin. Image courtesy of Deepbluemedia.eu/G.Scala]

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.