Pál fimtbestur í heiminum í 800 frí

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Pál Joensen gjørdist í gjár nummar fimm í finaluni á evropameistarastevnuni í Budapest, við fimtbestu tíð í heiminum í ár. Tíðin 7:53.11 rakk til eitt flott føroyskt met, og Pál megnaði sostatt at betra seg í báðum EM kappingum sum hann luttók í.

DSC00329

Finalan varð eitt brak av eini kapping, har Pál Joensen og Mads Glæsner løgdu harðast út, við tíðum undir 56 sekund teir fyrstu 100 metrarnar, og undir 1:55 teir fyrstu 200. Teir megnaðu tó ikki at rysta Rouault, Kubusch og Pizzetti av sær, og umleið við teir 200 svaraðu hesir so aftur, og byrjaðu at draga frá. Pál Joensen var enn fremst við 250 metrar, men dragnaði so spakuliga eitt sindur afturum, til at enda sum nummar fimm av teimum átta í finaluni.

Tíðin hjá honum er tó avbera góð, tá ið hugsað verður um at allir hesir fimm fyrstu svomu skjótari enn nakar annar hevur gjørt til nú í ár, í øllum heiminum. Fýra teir fremstu svomu undir stevnumetið á 1:51.94 frá seinasta EM í Eindhoven í 2008, og Pál var heldur ikki so langt frá teirri tíðini. Tað kostaði nokk nakað at kempa við Mads Glæsner í fyrstuni, omaná dystin ímóti Rouault í finaluni á 1500 metrum. Men vit kunnu so tá ið saman um kemur fegnast um, at hann hóast hesar dystir kláraði at seta føroyskt met, og at liggja nummar fimm í øllum heiminum.

Pál hevur nú frí í tíggju dagar, áðrenn hann so smátt byrjar at venja aftur. Tað vil siga í fyrstuni at venja eina ferð um dagin í hylinum, og at venja á landi eisini eina ferð hvønn dag. Útlit eru ikki fyri at hann her og nú fær vant í 50 metra hyli í Føroyum, og avtalur verða tí longu nú gjørdar við íslendingar um at víðka samstarvið við teir, til at kompensera fyri vantandi umstøður í Føroyum.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

Budapest

One thought on “Pál fimtbestur í heiminum í 800 frí”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.