Erling Eidesgaard, sum vann Nólsoyarsvimjingina leygardagin, varpaði beinleiðis á netinum frá túrinum via TrackRec, ið er eitt ókeypis GPS-forrit til iPhone. Sostatt kundu familja og onnur fylgja við á landi. Vinnaratíðin hjá honum var 1:32:45.
Sum tað sæst á kortinum svam Erling eitt sindur longri (reyð strika = 6.17 km) enn tær 4 km, sum rutan var sett at vera (blá strika).
Úrslitið gjørdist hetta:
- Erling Eidesgaard – 1:32:45
- Eli Christiansen – 1:38:00
- Erlendur Simonsen – 1:53:00
- Jákup Enni – 1:57:45
- Eirikur Hofgaard – 2:17:30
Í summar sendi Tour de France súkklarir GPS, ferð, kadansu, kraft og hjartarútmu beinleiðis á netið via HTC Legend (Android) telefonum.
http://www.svimjing.com/2010/07/05/blog/bartal/tour-de-france-beinleidis-vid-hjartarutmu-ferd-og-annad-a-google-map
Men í føroyskum svimjihøpið er Erling nokk tann fyrsti sum hevur roynt hetta.