EM í Budapest var sum kunnugt eitt fýrverkari av ‘bestu tíðum í heiminum í ár’, har tíðirnar í heilum komu niður ímóti heimsmetunum í superdrakt. Ein áhugaverd viðmerking kom frá eysturríkska Markus Rogan, at øll ræðast at verða kalla “Mr. Suit”, og tí venja sum svøk. Fólk vænta nú veruliga heimsmet aftur, og væntaðu eisini okkurt á EM, sum tó tíverri gjørdist bara beint við.
Viðmerkingin frá Markusi Rogan her á SwimNews.com: “There is a new and fascinating dynamic because of the ban on suits. Swimmers are afraid of being called Mr Suit, so everyone has trained a lot harder. I watched Katinka Hosszu all year and I think we can see her break the world record tomorrow.”
Á amerikansku meistarastevnuni svumu tey eisini so mikið skjótt, at svimjistjørnan Dana Vollmer til dømis sambært ReachForTheWall.com segði: “I don’t think it’s going to be that long before we figure out how to repeat those [world record] times”. “The suits showed everybody just how beneficial it is to have that core stability and that strength, that line in the water … It opened eyes to how much faster your swimming could be if you focused on those things.”. Onnur eru samd, sum til dømis Ariana Kukors “The suits opened our eyes to a whole new realm of possibility”.
Og ahem, sum Ryan Lochte sigur, so er eingin umbering nú, uttan hart arbeiði: “Without the suits, you don’t have that buoyancy anymore, so you actually really had to go back to work on your core … Without the suit, you have to be really slimmed and fit.”
Men amerikanarar vóru jú tá lítið og einki ímóti evropearar, har franski Frédérick Bousquet til dømis svam 3 tíggjundapartar skjótari enn fyrrverandi heimsmetið hjá Alexander Popov í 50 frí, sum varð svomið í svimjibuksum, og sum stóð frá tá einaferð í 2000 til superdraktirnar komu. Kanska tey svara aftur nú, USA og Avstralia og líknandi á Pan Pacs og á Commonwealth Games. Men annars er Evropa alvorliga á odda 🙂