Pan Pacific Championships 2010 er byrjað, ið er stóra kappingin millum serliga londini runt Stillahavið í ár – USA, Canada, Avstralia, og Japan. Evropeiska meistarastevnan var sum kunnugt á ógvuliga høgum støði, við eini rúgvu at bestu tíðum í heiminum í ár, og amerikanska SwimmingWorld Magazine er tí eisini beinanvegin farin undir at lista upp eitt ‘virtuel meet’ her á heimasíðu síni, har tey samanseta bestu úrslit frá EM og Pan Pacs tilsamans. Evropa hongur í, men Stillahavið hevur tó longu vunnið nakrar alvorligar sigrar. Sí eisini serligu heimasíðuna hjá SwimmingWorld.TV í sambandi við Pan Pacs 2010.
Brazil, Suðurafrika og Kina eru eisini við í Pan Pacs 2010.
Kvinnurnar eru næstan javnar, meðan munurin er størri hjá monnunum.
Kvinnurnar eru enn javnar, meðan Pan Pacs mennirnir fara við gullinum.
Evropeisku kvinnurnar vunnu á Pan Pacs kvinnunum, men Lochte, Phelps og stafettirnar hjá monnunum gjørdi munin í samlaðu støðuni.