Skuldi tað hent seg, at Pál Joensen fær eitt HM heiðursmerki, so er tað nýtt met sæð í ljósinum av heiðursmerki per íbúgvaratal. Verandi met síðani 2003 eiga avstraliubúgvar, tá ið tey fingu eitt heiðursmerki per 1 mio fólk í HM 2005. Eitt føroyskt HM heiðursmerki er tí 20 ferðnar betri. Og tá hava vit avrundað “skeivan” veg báðu ferðirnar. Á grafinum síggja vit, hvussu heiðursmerkir eru býtt millum lond í HM 2003, ’05, ’07 og ’09.
Play-knappurin niðast til vinstru vísir, hvussu gongdin er í tíð. Tað ber til at velja gull, silvur, bronsa, fólkatal og fólk per heiðursmerki á ásunum. Eisini kann man velja millum bobblu-, stabba- og linjugraf ovast til høgru. Í bobblugrafunum kann man zooma við at trýsta og halda á vinstra músknapp inni í grafinum og draga um tað økið, man vil síggja neyvari. Litir á bobblunum, stabbunum og linjunum kunna setast eftir somu valmøguleikum sum fyri ásunum. Sí “Colour” ovast til høgru. Flugubein kunna setast við tey lond, sum hava serliga áhuga, niðast til høgru.
HM úrslit eru frá omegatiming.com.
Fólkatøl eru frá wikipedia.org.
Eitt føroyskt heiðursmerki er tað sama, sum hvis Danmark tók øll 120 heiðursmerkini.
Um tað nú kemur fyri, so er hetta nakað sum tú kann skriva til Ekstrabladet. Benzin á eitt bál sum tá óiva kyknar upp aftur. Eitt bál sum beint nú brennur teir eitt sindur :/
Nokk ikki somu odds til EM í Budapest 2010, men okur vóru heilt víst betur enn danir um ein hugsar heiðursmerki per íbúgvaratal. Spurningurin er so bara tann, hvussu halda okur tann standard frameftir?
Bartal byrjaði at chatta um hetta í morgun, og varð so liðugur nú einaferð seinnapartin (fyri ikki at siga kvøld). Gott nokk er hann beiggi mín, men eg eri allíkavæl imponeraður !! 🙂
Ja púrasta einigur. Tykur gera báðir eitt megnararbeiði. At so Bartal ger statistik til kunst, tað er bara fantrúligt (manglaði orð)
Tað tók ikki soo langa tíð at skriva hasi tølini, sum Rókur vil vera við. Nú havi eg lagt virtuellu Pan Pac vs EM 2010 úrslitini aftrat. Avstralia er enn nr 2 í tal av topp-tíðum, men Frankaríki er við at fáa fatur í Avstralia. USA hevur møguliga haft trupulleikar av Speedo draktunum í fjør, men er væl við aftur. Og Danmark hevur ikki klára seg so illa, sum Wildeboer heldur.
Bartal tú er óførur ..spennandi mynd